Skriva út

Skeið fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar

20.08.2021 Tíðindi

Leygardagin 28. august fara kirkjuráðslimir og kirkjutænarar úr øllum landinum at hittast í Gøtu kirkju. Hetta er tann fyrsti leygardagurin av 6, sum er ætlaður at verða eina ferð um hálvárið komandi 3 árini.

Byrjað verður við máltíð kl. 12.30, og endað verður kl. 20.00.

4 fyrilestrar eru á skránni henda dagin, sum allir hava við grundarlagið hjá Fólkakirkjuni at gera: Rættvísgering og halgan (Ovi Brim), Bíblian (Heri Joensen), Faðirvár (Theodor Eli Dam Olsen) og kristin spiritualitetur (Meinhard Bjartalíð).

Prestar, sum eru í starvi, undirvísa á hesum skeiðum, sum hevur fingið heitið Kenn kirkju tína.

Málið er at fáa størri innlit í kirkjunnar læru og kirkjunnar tænastu.

Lóggávan hjá Fólkakirkjuni minnir hennara kirkjuráðslimir og kirkjutænarar á at arbeiða fyri “lívi og vøkstri”.

Biskupur Føroya skipar fyri hesum tiltakið fyri at styrkja Fólkakirkjunnar innaru viðurskifti. Hinir í leiðslubólkinum eru Uni Næs, dómpróstur, og undirritaði.

Seinasta freist
Seinasta freist hjá kirkjuráðslimum og kirkjutænarum at melda seg til skeiðini er mikudagin á middegi, 25. august. Hetta kann gerast við at senda teldupost til bergur@kirkjan.fo ella ringja til Berg á 237331.

Eftir kirkjuráðsvalið í heyst er ætlanin at nývaldir kirkjuráðslimir eisini kunnu tekna seg til skeiðini. Fyrilestrarnir verða eftir ætlan tiknir upp, so til ber at ogna sær innihaldið av skeiðunum, um onkrum berst frá at møta.

Vegna leiðslubólkin,

Bergur D. Joensen, sóknarprestur