Skriva út
Skapanarsunnudagur 26. juni 2011
28.06.2011 Tíðindi

1. sunnudagur eftir tríeindardag var skapanarsunnudagur í Glyvra kirkju, har prædikan snúði seg um skapan, náttúru og umhvørvi. Umframt kendu skapanarsálmarnar úr sálmabókini, "Upp alt, ið Harrin hevur gjørt" og "Alt, sum frítt og fagurt er", vóru tveir nýggjir sálmar sungnir, ið koma at standa í sálmabókaískoytinum, sum er ávegis, nevniliga "Nú anga grøs og blomstur milt", ið Heri Tróndheim hevur týtt, og "Tann heimur, Harrin skapað hevur, ið Petur Jacob Sigvardsen hevur yrkt:
Til láns vit henda heimin fingu
at røkja væl várt dagatal
frá fedrunum,ið undan gingu,
sum ruddu rás og veltu dal.
Ta minstu urt sum størsta hval
í trúskapi at røkta væl.
Gudstænastan endaði við tjóðsanginum "Tú alfagra land mítt".
Fólk vóru fegin um skapanarsunnudagin, ið varpaði ljós á náttúru og umhvørvi.
Onnur tíðindi