Skriva út

Sjóvar og Suðurstreymoyar eystara prestagjald.

09.08.2008 Tíðindi

Henning Bøgesvang. 

Tann 1. mars 2008 tók Henning við kallinum sum fyribils settur sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Talan er um tíðarskeiðið fram til 31. august. Í samráð við kirkjuráðini verður starvstíðin hjá Henningi sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi longd hetta árið út.

Ann Dahl Hansen

Tann 1. apríl í ár var fyrsti arbeiðsdagurin hjá Ann sum prestur. Hon varð prestvígd í dómkirkjuni seinasta sunnudag í mars mánaði.

Í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru tríggir sóknarprestar. Harafturat er sjúkrahúspresturin 10% sóknarprestur. Tað triðja sóknarprestastarvið varð upprunaliga skipað sum hjálp hjá dómpróstinum, ið hevur fyrisitingarligar uppgávur.

Ann hevur síðani 1. apríl røkt hetta triðja starvið, meðan Marjun Lómaklett hevur havt farloyvi. Marjun hevur sagt seg úr starvi frá 31. juli, og tess vegna verður starvstíðin hjá Ann í samráð við kirkjuráðini longd hetta árið út.

Í jólabrævinum til prestarnar dagfest 14. desember 2007 boðar biskupurin frá sínum politikki við atliti at starvssetan, umsorgan og røkt. Tað er hesin loystur, ið liggur sum grundarlag fyri teim fyribils settu prestastørvunum í 2008. Eitt brot úr nevnda brævi verður endurgivið.

Framtíðar starvssetan

“Ætlanin er at hava opinleika og gjøgnumskygni í allari starvssetan. Aðalmálið er, at øll prestastørv verða lýst leys at søkja. Javnbjóðis rættindi millum kyn og gudfrøðislig sjónarmið innan játtanarrit fólkakirkjunnar.

Undantikið hesi meginreglu er støðan, har prestur røkir eitt kall sum avloysari, og presturin í farloyvi ynskir at leingja farloyvið. Eyðvitað heldur viðkomandi prestur fram í sínum starvi sum avloysari eftir skipaðum reglum um hoyring og heimildir biskupsins.

Biskupurin fer at stjørna so, at prestar í avloysara starvi verða fluttir í onnur avloysara størv, so vítt tað er møguligt eftir skipaðum reglum um hoyring og heimildir biskupsins. So langt tað er møguligt, vil biskupurin verja rættindi teirra, sum eru í starvi.”