Skriva út
Sjálvboðin tænasta
11.01.2012 Tíðindi

Einaferð innan ólavsøku kemur fyri Føroya Løgting ein nýggj lóg um størv í fólkakirkjuni. Hesi tíðindi eru góð tíðindi. Sjálvt um nógv virkar væl, so er tíðin komin, har vit hugsa breitt og í verki sýna norðurlendskan sjónarring.
Heimasíðan hjá Mentamálaráðnum boðar frá, at tann politiski fylgibólkurin til kirkjulógararbeiðið nú er mannaður av nýggjum.
Tey, ið manna politiska fylgibólkin eru : Jacob Vestergaard (Fólkaflokkurin), Jóna Mortensen (Sambandsflokkurin), Henrik Old (Javnaðarflokkurin), Jógvan Skorheim (Sjálvstýrisflokkurin), Sirið Stenberg (Tjóveldi), Poul Michelsen (Framsókn) og Jenis av Rana (Miðflokkurin).
Kirkjuligi fylgibólkurin - dómprósturin, Prestafelagið, Felagið fyri Kirkjuráðslimir og biskupur - sær fram til eitt gott og gevandi samstarv við politiska fylgibólkin og Mentamálaráðið.
Millum góð orð á heimasíðuni hjá MMR stendur at lesa : “Lógin er um øll embæti í fólkakirkjuni, alt frá sóknarprestaembætum til mongu – oftast óløntu – uppgávurnar, ið kirkjufólk røkja.”
Júst samstarvið millum lønta og sjálvbodna tænastu er virðismikið. Eyðvitað mega størv vera, tí uppgávurnar eru mangar og krevjandi. Men, sanniliga er vert at geva tí stóra og sjálvbodna arbeiðinum í fólkakirkjuni gætur. Tá tosað verður við umboð fyri grannalond okkara um kirkjulig viðurskifti, so verður sagt aftur og aftur, at týdningarmikið er at varðveita verandi skipan, so kirkjan ikki endar sum ein “funktionær kirkja”.
Nýggjársdagur í Hesti staðfesti júst henda veruleikan, at kirkjan eigur trúfastar tænarar, sum kenna tað sum eitt kall at gera tænastu í kirkjuni. Runt um í landinum kenna vit sannleikan, ið sóknarpresturin Bergur Debes Joensen bar fram í Hests kirkju, tá tveir av kirkjunnar tænarum fingu tænastumedaljuna frá Drotningini fyri trúgva og drúgva tænastu :
“Teir báðir, Ansgar Lenvig og Jørmund Zachariasen, teljast millum teirra, sum hava bygt land - ja, meira enn land! Teir hava í fleiri enn 50 ár lagt til sjálvt grundarlagið undir samfelag okkara og mentan sum er kristna trúgvin.
Ólønt og uttan viðurlag hava teir tænt sínum Harra og sínum bygdarfólki. Teir hava verið trúgvir, har teir eru settir, og teir tæna við tí, teimum er givið frá Skaparanum. Æran er tí Guds.”
Greinin hjá Bergi kann lesast á heimasíðuni undir yvirskriftini “Kirkjutænarar heiðraðir í Hesti”.
JF.
Onnur tíðindi