Skriva út

Sjáldan færri enn 20 í kirkju

16.03.2012 Tíðindi
Sjáldan færri enn 20 í kirkju

HÚSAR: Tá ein hugsar um, hvussu fá fólk sum í roynd og veru búgva á Húsum (50 við ársbyrjan), kann ein bert staðfesta, at her búgva trúføst kirkjufólk.

Síðani kirkjan varð vígd í 1920 hevur verið hildin reglulig gudstænasta í Húsa kirkju – sum oftast við lestri, men eisini við presti sum regluliga hevur vitjað kirkjuna.

- Báðir prestarnir í Klaksvík – Hanus á Gørðum og Magnus Brahe Jørgensen – vitja her einar seks ferðir um árið. Tað vil so aftur siga, at vit hava prest í okkara kirkju eina ferð um mánaðin, sigur Dora Joensen, sum er kassameistari í kirkjuráðnum á Húsum.

Fólk vísa sítt trúfesti ímóti kirkjuni, tí, sum Dora upplýsir, so eru tey sjáldan færri enn 20 fólk í kirkju, óansæð um tað er deknagudstænasta ella prestur vitjar.

- Vit fara í kirkju óansæð, sigur hon við einum brosi.

Maður hennara, Bjarti, leikar á urguna. Og ber tað soleiðis á, at tey bæði eru burturstødd ein sunnudag, so verður gudstænasta hildin kortini og sálmar sungnir uttan fylgispæl.

Húsar liggur ikki so langt frá miðøkinum, og tí kemur tað meiri enn so fyri, at onnur kirkjulið gera útferðir higar sunnudag.

Sam siglir regluliga av Klaksvík út í Kalsoynna, og tað hevur skapt møguleikar hjá fólki av t.d. Argjum og Leirvík at koma higar í kirkju, við einum góðum døgurðabita aftaná.

- Vit hava sjálvi hugsað um at gera tað sama og vitja okkurt annað kirkjulið. Enn eru vit ikki komin so langt, men tað verður ein sjønnan dag, sigur Dora Joensen.

Orð/mynd: SB.