Símun og Theodor
Eitt av eyðkennunum fyri hetta seinasta árið er, at fleiri prestar eru fyribils settir. Í løtuni starvast ikki færri enn fimm av teimum tilsamans 22 prestunum í styttri tíðarskeið. Alt gongur eina tíð, men henda gongdin er eingin varandi loysn. Vit vóna, at sáttmálaviðurskiftini koma í rættlag nakað skjótt, so vit fáa manna størvini við tænastumonnum.
Hugsa vit um starvsfólk, so eru setanarviðurskiftini av stórum týdningi. Tað sama er galdandi starvið sum prestur. Løn, skyldur, umstøður og rættindi eru neyðugar fortreytir fyri trivnaði. Um vit trívast, so hevur hetta jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið og avrikið. Ótrygg arbeiðsviðurskifti eru darvandi við longdini.
Sæð úr øðrum sjónarhorni er mangt at gleðast um. Sjálvt um prestarnir eru fyribils settir, so gera teir (m/k) eitt gott arbeiði. Bæði lærd og leik dugna kirkjuni, og kirkjan er í góðum hondum runt um í landinum. Kirkjan sjálv er ikki ein fyribils loysn, hon er varandi.
Sjálvt um vit ásanna, at tað er kærleikin til kirkjuna, ið drívur verkið, so mega vit ásanna, at greið og skipað viðurskifti eru gagnlig. Fólkakirkjan hevur eina uppgávu í føroyska samfelagnum, ið valla kann metast nóg høgt. Kirkjan er við boðskapinum um Kristus ein boðberi, sum ríkar lív hins einstaka. Kirkjan er til verka í gleði og sorg. Kirkjan skapar eina javnvág í tilveruni. Hon ríkar okkara mentan, og sæst aftur í t.d. talu, skrift og bókmentum. Óneyðugt er at nevna, at kirkjan hevur jaliga ávirkan á fólkasálina og landið sum heild.
Hvalba
Í eina tíð hevur Ólavur Rasmussen, sóknarprestur, verið í farloyvi. Ólavur arbeiðir við eini spennandi verkætlan. Tvinni mál standa frammarlaga, ein eftirskúli í Hvalba og eitt mentunarligt átak á Drelnesi. Ætlanin er, at tann sjáldsami bygningurin, ið nýttur varð til goymslu og sølu av salti, skal umvælast og gerast nýtiligur, so heimlig mentan og átøk á altjóða støði kunnu húsast har.
Meðan Ólavur er í farloyvi loysir Símun Persson Jacobsen av. Símun er fyribils settur fram til 31. desember 2008. Sjálvt um Símun er ættaður úr Havnini og konan er donsk, so trívast tey bæði og børnini sera væl sunnanfjørðs við sæti í prestagarðinum í Leirum.
Kvívík
Støðan í Norðstreymi er á ein hátt átøk henni í Suðuroy. Marjun Bæk, sum um ársskiftið fekk lestrar farloyvi í tríggjar mánaðir, fór 1. mai 08 í starv hjá DSUK í Gøteborg. Talan er um eitt starv sum sjómansprestur og prestur fyri danir í útlegd ella útisetu. Fyri føroysku fólkakirkjuna er hetta ein gyltur møguleiki, tí Marjun vitjar umborð á skipini, og nógvir føroyskir sjómenn koma til Gøteborg.
Theodor Eli Dam Olsen, Hoyvík, varð settur í starv sum prestur í Kvívík 1. januar 08. Starvstíð hansara er longd einaferð áður, og nú verður hann á hesum sinni prestur í Norðstreymoy til 30. september 08. Á Kirkjuteigi í Kvívík er gott at vera, og Theodor trívist væl í kallinum.