Sigldu til Hest til gudstænastu

Ebbe Rasmussen hevur eitt heilt serligt samband til kirkjuna í Hesti. Sum drongur plagdu teir at sigla úr Koltri til Hest til Gudstænastu. Nú býr hann í Hesti og er deknur har
77 ára gamli Ebbe Rasmussen er deknur í Hest kirkju. Ebbe vaks upp úti í Koltri og búði har, inntil hann var ungur tannáringur. Hann hevur síðani búð í Hesti. Ebbe hevur siglt úti alt sítt lív og dámar eisini væl enn at fara til útróðrar saman við soninum.
– Eg havi verið deknur síðani 1995, tá ið eg byrjaði at loysa av. Í 1997 gjørdist eg fastur deknur.
Ebbe er sjálvur annar deknur, og tey plaga at taka ein mánaða í senn.
Gudstænastu hvønn sunnudag
– Vit hava gudstænastu hvønn sunnudag. Onkur einstakur sunnudagur gleppur tó, tá ið onkur av kirkjutænarunum ikki kann koma. Vit hava ein organist, Jørmund Zachariassen, og hann er trúgvur at spæla. Onkuntíð hava vit sungið uttan orgulspæl, tá ið eingin organistur hevur verið. Tað riggar eisini, sigur Ebbe.
Talið á kirkjugangarum er minkað samstundis sum talið av íbúgvum á oynni er minkað.
– Vanligar sunnudagar eru ofta ikki meira enn 4 fólk í kirkju. Tó kunnu av og á vera upp til 10 fólk. Men til høgtíðirnar koma fleiri. Tá eru eisini fólk, sum hava familju í Hesti. Tá kunnu vera um 30 fólk í kirkju. Prestur er minst einaferð um mánaðin, og tá koma vanliga eitt sindur fleiri fólk. Tá er eisini altargongd.
Fortíðin og framtíðin
Ebbe heldur at tað verður torført at fáa fólk at taka við, tá núverandi kirkjutænarar gevast.
– Her eru eingin ung fólk á oynni, so tað verður ringt at halda tí uppi. Vit eru tó sera glað fyri gudstænasturnar og vóna, at tær halda fram. Eg minnist, at vit plagdu at ferðast til Hest til gudstænastur, tá ið eg búði í Koltri sum ungur drongur. Summi av teimum eldru í Koltri komu til altargongd í Hesti einaferð um árið. Hetta var ein heilt serligur dagur, har tey lótu seg í tey allarfínastu klæðini. Annars lósu vit lestur í heiminum vanligar sunnudagar. Tíðirnar broytast tó, men vónandi fer tað at bera til at halda fram við gudstænastu í Hesti, sigur Ebbe Rasmussen at enda.