Skriva út

Siga kirkjuni farvæl eftir fermingina

01.06.2011 Tíðindi
Siga kirkjuni farvæl eftir fermingina

Átrúnaðarligi parturin hjá donskum skúlanæmingum fellurrættiliga nógv frá 7. til 9. flokk, vísir ein donsk kanning. - Orsøkin tilhetta er, at fólkakirkjan gevst at samskifta við tey ungu beint eftirfermingina, sigur ein granskari og ein prestur.

Í hesum døgum játta túsundtals millum 13 og 15 ár sína trúgvá Gud við fermingar-gudstænastur kring alt Danmark. Men júst  fermingaraldurin fellur saman við aldrinum,sum er eyðkendur fyri ein fallandi áhuga fyri tí átrúnaðarliga.

Hetta vísir ein kanning frá ”Center for Ungdomsstudier ogReligionspædagogik” (CUR) og sum verður almannakunngjørd i Kristeligt Dagblad.Her verður staðfest, at 63 prosent av næmingunum í 7. flokki trúgva á Gud,meðan bert 43 prosent av næmingunum í 9. flokki trúgva á Gud.

- Trúgvin hjá dønum hevur í nógv ár verið formað sum eitt U,- soleiðis at nógv børn trúgva á Gud, færri ung trúgva á Gud og so byrja tey attrúgva aftur, eftir at tey fáa børn, sigur Søren Østergaard, ph.d. í gudfrøðiog dagligur leiðari í CUR. 

Hann vísir á, at trúgvin hjá teimum ungu er treytað av atonkur samskiftir við tey. Og eftir fermingina er einki skipað samskifti viðtey, tí einki er til tey. Ein sleppur teimum ungu upp á fjall á ein hátt, ogein hittir tey ikki aftur, fyrrenn tey skulu giftast ella børn teirra skuludoypast nógv ár seinni.

- Kirkjan átti at hugsa meiri um, at tað er eitt lív eftirfermingina. Beint nú hevur ein eina væntan um, at fólk koma aftur, eftir at teyeru farin um tey 70 árini, sigur Søren Østergaard.

Avbjóðingin er at finna persónar, sum kunnu bera kirkjunavíðari og møta teimum ungu, har tey eru.

 Ungdómsprestar

Hesum sama er Per Ramsdal, prestur við Brorson kirkjuna áNørrebro samdur í. Tað verður gjørt ov lítið fyri tey ungu í kirkjuni mangastaðni.Aðrastaðni hevur ein tó valt at seta ungdómsprestar í starv.

Presturin varð í 1998 útnevndur at menna Brorson kirkjunatil eina ungdómskirkju, og hetta hevur eydnast sera væl.

- Tað er tó ein trupulleiki, og tí átti ein at gera einafelags ætlan, eins og ein longu hevur gjørt tað í Noregi og Svøríki. Her hevurein gjørt ætlanir um, hvussu hvør aldursbólkur sær fær nøktandi tilboð.

- Í donsku kirkjuni verða brúktir nógvir pengar uppámúrsteinar og orgulkonsertir. Um ein bert flutti ein part av fíggjarætlaninitil eitt skipað arbeiði móti teim ungu, hevði nógv hent og tað skjótt, vísirPer Ramsdal á.

Á Teologisk Pædagogisk Center verður í dag lagdur stórurdentur á spurningin, hví tey ungu frávelja fólkakirkjuna. Ein staðfestir tó, atfleiri kirkjur hava sett studentaprestar og gøtuprestar í starv, hvør uppgávaer at røkka teimum lesandi.

 Orð: Snorri Brend