Skriva út

Siga ja í kirkjuni – uttan at trúgva

23.07.2012 Tíðindi
Siga ja í kirkjuni – uttan at trúgva

Nærum helmingurin av dønum hava sagt ja við barnadóp, brúdleyp ella konfirmatión í eini kirkju, hóast teir ikki trúgva á Gud, vísir ein nýggj Gallup-kanning. – Danir trúgva øðrvísi nú enn áður, sigur ein serfrøðingur.

Hóast foreldur at smábørnum lata børn síni doypa og siga “ja” til at uppala tey í kristnu trúnni, er tað einki garanti fyri, at foreldrini sjálvi trúgva á Gud. Tað sama ger seg galdandi, tá danir verða fermdir ella gifta seg í eini kirkju.

Danska blaðið Berlingske hevur latið gera eina kanning um hetta. Her siga 42 prosent av teimum spurdu, at tey hava játtað seg til ta kristnu trúnna í eini kirkju, uttan at tey trúgva á Gud.

- Hetta er eitt stórt vandamál og er mær til miklan ampa í tænastuni. Tað átti tað somuleiðis at verið fyri kirkjuna í síni heild, sigur Henrik Højlund, sum er formaður í Evangelisk Luthersk Netværk og sóknarprestur í Løsning og Korning.

Við blaðið sigur hann tað vera merkt av hyklaríi, tá ein einki leggur í tann andaliga partin, og bert brúkar kirkjuna, tí hon er vøkur og hugnalig.

- Hinvegin – tá satt skal sigast – so er kirkjan sjálv tann størsti “syndarin” í hesum føri: Kirkjan átti at tora at sett týðiligari krøv til fólk, um at geva meiri substans og innihald til tað, tey í roynd og veru siga ja til, heldur Henrik Højlund.

Ein kundi til dømis sett krav fram um, at komandi brúðarpør, konfirmantar ella foreldur at dópsbørnum skulu hava eitt ávíst tal av samrøðum við ein prest ella taka lut í skeiðum, áðrenn tey gera brúk av ritualunum í kirkjuni.

Hetta kravið hóvar tó danska kirkjumálaráðharranum illa.

Nýggjur máti

Manu Sareen, kirkjumálaráðharri er av teirri sannføring, at tað at trúgva er nakað fyri seg. Hann fer tí ikki at blanda seg uppí orsøkina, til at tað einstaka menniskja ynskir at gera brúk av kirkjuni.

– Tølini í kanningini vitna um, at tað eru mangir mátar at trúgva uppá, og at tann danska fólkakirkjan er rúmlig.

Aðrir granskarar, prestar og bispar sum Berlingske hevur tosað við, eru av somu fatan. Tey síggja ongan trupulleika í at danir siga ja í kirkjuni, hóast teir ikki trúgva uppá Gud. - Hetta er bara ein partur av tí nýggja mátanum, sum vit eru trúgvandi uppá í Danmark, sigur Peter Lüchau, sum er granskari í nútíðar gudfrøði á Syddansk Universitet.

- Tað er als ikki hyklarí at brúka kirkjuna, hóast ein ikki sjálvur trýr uppá Gud. Mong velja seremoni’irnar, tí tey halda, at kirkjan er serlig, og tí at hon er merkt av tyngd og álvarsemi.

- Tað vitnar í øllum førum um eina trúgv uppá okkurt størri. Hetta er ógvuliga vanligt fyri tann nýggja mátan at vera religiøsur uppá í Danmark í dag, sigur altso Peter Lüchau.

Orð: SB