Skriva út

Seyðarhøvdið

09.11.2020 Tíðindi

Allahalgannadagur hevur júst verið, dagurin, tá vit minnast tey, sum farin eru. Løturnar, tá vit minnist tey, sum vóru her okkara millum, eru løtur, sum bæði gera okkum tung í huga, men sum eisini fáa okkum at smílast og flenna. Stuttligt at rógva afturá saman og minnast “hina ferð, tá abbi...“ ella “hina ferð, tá omma...”

Fleiri okkara fara út á kirkjugarðin við blómum, tá tey, sum vit sakna, høvdu føðingardag ella tá hátíðir eru. Stilt og kvirt, tey eru farin undir grønu torvu og onkur heldur, at hetta er endaliga staðið, meðan onnur trúgva, at her eru bara beinini goymd, meðan menniskjað, sum eg var so góð/ur við er goymt í øðrum ljósi.

Mentanir kring allan heimin hava til alla tíðir havt ymsar skiftissiðir. Ritual, har mann setir stóru hendingarnar í lívinum í eitt høpi, føðing, skiftið frá at vera barn til vaksna lívið og deyðin. Vit hava øll tørv og eina tráan eftir at seta tað meiningsleysa í eitt høpi, so tað onkursvegna gevur meining. Vit ræðast jú tað meiningsleysa, sum er kaos.

Vit hava dag, har vit minnast tey, sum doyðu á sjónum, vit hava dag, har vit minnast børn, sum eru farin, vit hava ein dag, har vit minnast tey, sum eru deyð í ferðsluni. Hóast eingin føroyingur er deyður á sjónum hetta seinasta árið, so hevur hetta koronuárið av sonnum mint okkum á sjúku og deyða, tí vit hava hvønn dag hoyrt tøl, sum siga okkum, hvussu mong eru smittað og deyð kring allan knøttin. Og vit “jesa” og kenna okkum takksom, at vit enn eru sloppin væl her á klettunum, og lurta so aftur eftir útvarpinum, sum dagliga sigur okkum, hvør er deyður í Føroyum.

Og hóast vit so regluliga fyrihalda okkum til deyðan, so verður sagt, at vit í dag hava torført við at koma til sættis við deyðan. Deyðin er onkursvegna eitt tabu, goymdur inni á sjúkrahúsum, og vit tora næstan ikki at siga orðið deyði, men brúka aðrar myndir, so vit onkursvegna gera deyðan “vakrari”.

Aldargamli Halloween-siðurin hevur veruliga fingið fótin fastan her heima. Dagurin, har børn og onnur við lata seg so óhugnaligt í sum til ber. Mála seg við skøltum ella beinagrindum, ella lata seg í sum spøkilsir ella heksir. Alt slíkt, sum skal ræða og minna okkum á deyðan við eiturkoppum og eiturnotum og smílandi, óhugnaligum graskerum.

Men ikki er neyðugt at fara í handlar og keypa óhugnalig klæði ella sminku fyri at síggja ræðandi út. Deyðin er partur av okkara lívi.

Fleiri siga, at børn í dag ikki vita, hvaðani maturin kemur og sum als ikki eta ella kenna nakað til føroyska matin. Kom at hugsa um hetta eitt kvøldið ein granni beyð mær til seyðarhøvd.
Har sótu øll við hvør sínum hálvum høvdi í hondunum og skóru og piðaðu til bara skøltur var eftir, og kjálkabeinini við tonnum lá í røðum uppi á tallerkunum. Vit tosaðu um at eta livur, hjørtu, nýru, riv og sperðil. Og vit jaglaðu eygað, og tungan varð skorin sundur, og tá alt var etið, og øll kjálkabeinini hjá seyðunum smíltu til okkum, so sá borðið út sum ein surrealistiskur málningur hjá Salvador Dali. Hendurnar klistraðu, og tá mann mettur ressaðist fyri at vaska sær um hendurnar, ja, so sá mann (næstan) sína egnu deyðiligheit á hvíta fatinum á borðinum.

Nógvur matur, sum børn kenna og eta í dag, hava útlendsk nøvn: pasta carbonara, mozarella, pizza og sushi. Onkursvegna hvørvur sambandið millum náttúru og tað, sum vit borðreiða. Føroyski maturin er ímyndin av náttúruni á borðinum. Púrasta ósminkað.

Lasagnan er ófarlig, har eru ongin eygu at jagla ella heili at súpa.Tú kanst eta pasta carbonara uttan at fara at hugsa um skorðar, seyðarakstur og svaving, og tú hoyrir ongar søgur, hvussu júst hetta høvdið hevði havt sína gongd á foldum til tað endaði á hesum kongaliga hvíta fatinum, tí lasagnan er skjót at matgera, meðan seyðarhøvdið og blóðpylsan taka tíð. Eins og vit eta dunnu á jólum, ræst kjøt og lambskjøt á páskum og fisk á hvítusunnu, so ber til gjøgnum matin at minnast og vera felags um eina søgu, sum knýtir okkum saman.

So, hvat er keypt maska og hvít máling, óhugnaligar draktir og tómt graskarhøvd samanborið við døgurðaborði fult av seyðahøvdum, meðan vindurin ýlir og fólk tyggja og tanla og karva sperðil sundur saman við blóðpylsuni. Tað er halloween av sonnum.

Og vit trúgva, at eina ferð endar alt gott. Júst sum flógva vaflan, nýrørdi rómin og reyða rabarbusúltutoyið taka samanum ráu føroysku máltíðina, so kenslan verður trygg og góð. Vit sessast í bleytum stóli, meðan skýmingin legst yvir grannalagið, meðan prátið kemur inn á uppstillað valevni, sum fegin vil hava, at “meiri lív skal koma i kirkjugarðin”...