Skriva út

Sáttmáli um urgu til Hoyvíkar kirkju

02.05.2007 Tíðindi
Tórshavnar eystara kirkjuráð hevur undirskrivað sáttmála við A.E. Lang´s eftf. í Greve í Danmark, um eina umbygda brúkta urgu til Hoyvíkar kirkju.

Ein nýggj stór urga er sera kostnaðarmikil, og kirkjuráðið metti at ikki er ráð til eina nýggja stóra urgu í fyrstu syftu, og so varð hendan loysnin vald. Tað var Oddvør Johansen, urguleikari í Havnar kirkju, sum kom við uppskotinum frá urgubyggjarunum.

Meginparturin í urguni verður nýtt, meðan pípurnar eru frá øðrum brúktum urgum.
Urgan sum fæst fyri ein sámuligan pening er 8 stemmur, og er hon tískil væl brúkilig til vanligar gudstænastur og aðrar kirkjuligar handlingar.

Urgan verður uppsett og liðug til vígsluna, sum eftir ætlan verður 4. november 2007.