Skriva út

Sandvíkar kirkja 100 ár

31.10.2008 Tíðindi
Tann 26. oktober var hátíðargudstænasta í Sandvíkar kirkju í sambandi við 100 ára dag hennara. Hendan sermerkta dag koma fólk í Sandvík at minnast fyri nógv gott, men ikki alt gekst eftir ætlan, og tað verður helst ikki gloymt.

Ódnarveður

Dagin fyri hátíðarhaldið - seint út á seinnapartin - boðaði Kringvarp Føroya frá, at øll sigling var avlýst vegna veður. Sjálvt um avloysaraskipið hjá Smyril ber navnið Sankt Ola, so var einki at gera í hesum illveðrinum.

Biskupur, ið skuldi prædika og organisturin vóru báðir staddir í Havn - so nú vóru góð ráð dýr. Gudstænastan var lýst til at byrja klokkan 12, men tað var ógjørligt, tí skipið fór ikki av Havnini fyrr enn klokkan 10 sunnumorgun. Avlýsa gudstænastuna vildu vit ikki, og biskupin vildu vit fegin hava við.

Í skundi bleiv kunnað í útvarpi og aðrastaðnis, at gudstænastan bleiv útsett til klokkan 13. Sunnudagurin upprann, og nú var veðrið til vildar. Kirkjufólki hevði hoyrt um níggju gudstænastu tíðina, og lagið var gott sum vera mann.

Tá ið klokkan hevði sligið 13, var eingin biskupur ei heldur organistur komin, men via fartelefonina fingu vit boð um, at teir vóru ávegis. Á leið klokkan 13.20 var biskupurin klæddur í fínasta skrúð, ið var ein virðilig markering til ein slíkan stóran dag í Sandvík.

Ætlanin var, at gudstænastan skuldi sendast beinleiðis í útvarpinum, men tað bleiv nú av ongum. Nei, veðrinum ráða vit ikki yvir.

Hátíðarlig gudstænasta

Eftir at biskupur og prestar vóru komin uppá pláss, hoyrdu vit Arnóru Bech Petersen syngja Fedrana kirkja – ein sera góð byrjan. Jens Mortan Mortensen sat við urguna hendan dagin, sum hann áður so mangan hevur gjørt.

Umleið 120 fólk vóru í kirkjuni og tað hoyrdist á sálmasanginum. Sálma- og sangtekstir, við góðum innihaldi, eru sum balsam fyri sálina, og soleiðis kendist tað eisini væl, tá ið Marner Lisberg legði rødd til tveir sangir.

Síðani helt Jógvan Fríðriksson eina góða prædiku fyri kirkjuliðnum, har hann tosaði ógvuliga viðkomandi um ta tíð vit hava og ikki minst liva í. Hann fekk okkum at hugsa um, hvat veruligt ríkidømi er fyri nakað! Eisini var ein kveikjandi og eggjandi tóni til eitt lítið kirkjulið, sum altíð tørvar trúføst fólk.

Formaður í kirkjuráðnum, Niclas Sigurheim var eisini degnur hendan dagin og sigast má, at hann saman við kirkjuráðnum hevði lagt nógv fyri dagin. Nógvar eru uppgávurnar - tó ikki allar líka sjónligar - men vóru hesar uppgávur ikki røktar, so var heldur ikki nógv hátíð ein slíkan dag. Tíbetur eigur bygdin Sandvík trúfastar tænarar í kirkjuni, og skaptu tey góðar karmar um hendan hátíðardag.

Borðhald

Eftir gudstænastuna var stórt borðhald í Ranhøll. Av tí at tað dró út við gudstænastuni, so var helst onkur svangur magi hesa løtu, men fleskasteikin við brúnkaðum eplum og heimagjørdum ísi gagnaðist tí bert enn betri.

Undir borðhaldinum hugleiddu Elsa Funding og Jónsvein Bech um tað søguliga viðvíkjandi Sandvíkar kirkju, og høvðu tey bæði onkra stuttliga søgu at siga frá, og í so máta stóð biskupur ikki aftanfyri.

Eisini vóru heilsanir frá bygdaráðnum, mentamálaráðnum, missiónshúsinum í Hvalba og øllum kirkjuráðum í oynni. Her merktu vit samanhald í tí felagssøk kirkjan stendur í – og so skaðar tað heldur ikki, at borðhaldið var bæði stuttligt og hugnaligt.

Við tøkk móttók kirkjan eisini nógvar gávur hendan dagin, men gav eisini skaldskap eftir Steinbjørn B. Jacobsen og ein nýra speril, ið somuleiðis fór beina leið til bispagarðin.

Kirkjan hevur altíð týdning

18. oktober 1908 var ein stórur dagur fyri Sandvík. Tá var kirkjan vígd og nú 100 ár eftir vóru fólk á einum máli um, at eisini hesin dagurin var góður.

Framtíðina kenna vit ikki, men vónandi verður kirkjan í komandi tíðum eisini karmur um mangar góðar løtur fyri fólki í Sandvík. Jú, eisini hendan kirkjan er av sonnum eitt stað, har øll menniskju fáa loyvi til at sessast undir Guds orði.

Við hesum orðum vil eg ynskja fólkinum í Sandvík hjartaliga tillukku við kirkjuni.

Vinarliga

Símun Jacobsen,
prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.