Skriva út

Sandoyingar vóru fjølmentir

19.01.2024 Tíðindi

Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoynni, fegnast um góðu uppmøtingina úr oynni, tá kirkjan leygardagin skipaði fyri skeiði á Hotel Føroyum í Havn fyri kirkjutænarar, kirkjuráðslimir, prestar og onnur, ið virka innan kirkjunnar gátt.

– Eingin ivi er um, at Sandoyartunnilin gjørdi sítt, tí hetta var fyrstu ferð, at eg havi sæð so góða uppmøting úr Sandoynni. Vit vóru væl mannað, og fleiristaðni enntá næstan fullmannað, so tað var bæði gott og gleðiligt, sigur hann.

– Sjálvur fari eg glaður heim og havi nógv gott við mær. Eisini vóni eg, at fólkið har suðuri tekur til sín tað, vit hava hoyrt, tí vit standa felags í hesum arbeiðinum. Hetta var ein einastandandi góður dagur, har nógv gott og nógv ymisk evni vórðu tikin fram. Tað var stak hugaligt.

Náa børnini og tey ungu
Serliga heftir sandsprestur seg við tað, forkvinnan í felagnum fyri kirkjuráðslimir, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, bar fram um visjónirnar í felagnum, tí tað heldur hann vera nakað, sum ikki minst kirkjuráðini kring landið kunnu brúka til nakað.

– Ikki minst tað, sum hon segði í sambandi við børnini og tey ungu, og hvussu kirkjan kann náa tey, helt eg vera gott. Har síggi eg eina avbjóðing í tí føroyska samfelagnum, hóast støðan kanska er frægari hjá okkum í Føroyum enn nógva aðrastaðni. Men tann spurningin verða vit noydd at taka í álvara, skal kirkjuni vera lív lagað, heldur Havstein Klein.

Av øðrum, hann helt vera serliga áhugavert, nevnir hann nógv av tí, sum Jógvan Ravnsfjall bar fram um tær uppgávur og skyldur, kirkjuráð, kirkjuráðslimir og kirkjutænarar hava.

– Tað fór beint inn í tær tænastur, vit hava í eini kirkju við dekni, organisti og klokkara, og nógv av tí var sovorðið, vit øll kunnu brúka til nakað, nú vit hava hitst til ein gevandi dag saman við nógvum og ymiskum fólkum, sum vilja kirkjuni væl og eru góð við kirkjuna.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen