Skriva út
Sandoyar prestagjald
04.09.2012 Tíðindi

Tann fyrsta september tekur Henning Bøgesvang við kallinum sum virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi. Hetta er tað fjórða prestagjaldið, ið Bøgesvang røkir í styttri tíðarskeið, eftir at tey komu aftur til Føroya eftir tænastu í donsku sjómanskirkjuni í Gøteborg. Hini trý økini eru Sjóvar, Norðstreymoyar og Suðuroyar norðara prestagjald.
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, fer í lestrarfarloyvi. Jákup fer at halda fram við granskingini, ið nemur føroyskt kirkjulív. Fyri árum síðani legði Jákup úr hondum eina Phd ritgerð um lestrarnar hjá Jacobi Dahl, prósti.
Fyri føroysk kirkjulív er tað av stórum týdningi, at prestar fáa møguleikan at granska burturav í eitt ávíst tíðarskeið. Lestur, vitan og førleiki eru neyðug amboð í persónligari menning og menningini av fólkakirkjuni.
Henning Bøgesvang røkir kallið fram til 30. november. 2012.
JF
Onnur tíðindi