Skriva út
Sandavágs kirkja málað
25.07.2010 Tíðindi

Orð og mynd: Heini S. Kristiansen
Listarnir uttaná Sandavágs kirkju verða málaðir. Ein stórur krani innrammar kirkjuna. Djarvu málarnir hanga frá krananum og mála listarnir, sum ikki eru lætt atkomiligir.
Heini F. Petersen, kirkjuráðsformaður, fegnast um at hetta verður gjørt nú:
– Vit eru errin av okkara kirkju, sum stendur mitt í bygdini og prýðir bygdina. Kirkjan varð málað innan í 1997, og nú verða teir brúnu listarnir málaðir. Vit ynskja eisini at skifta stálklædningin á kirkjuni einaferð, sigur hann.
Kranin er sera stórur, og tað er ein bergtakandi sjón at síggja kranan halda sín stóra arm yvir kirkjuni.
Málarnir hava leiga kranan til hesa uppgávuna, og tað ger arbeiðið hjá teimum nógv lættari, enn um teir skuldu brúkt stilasju. Tað tryggjar eisini, at takið á kirkjuni ikki tekur skaða.
Onnur tíðindi