Skriva út

Samskifti er týðandi

30.08.2010 Tíðindi
Samskifti er týðandi


Dómprósturin, Uni Næs, ynskir gott samstarv við prestar og kirkjuráð kring landið.

Uni Næs er nýggjur dómpróstur. Hóast stóra arbeiðsbyrðu fyrstu tíðina í starvinum, vildi hann seta tíð av til eitt prát um innihaldið og avbjóðingarnar í starvinum.

– Tað eru ymsar uppgávur, sum eru knýttar at dómpróstaembætinum. Dómprósturin er sóknarprestur við dómkirkjuna og er próstur í biskupsdøminum. Harumframt er dómprósturin varamaður hjá bispi. Dómprósturin er fastur limur í próstadømisráðnum og limur í nevndini hjá føroyskum kirkjumáli. Hann er eisini umsitingarligt millumlið millum bisp, prestar og kirkjuráð, sigur Uni og heldur fram:

– Øll mál hjá kirkjunum, har kirkjuráðið ikki kann taka endaliga avgerð, verða løgd fyri próstadømisráðið. Dómprósturin og fýra umboð vald av kirkjuráðunum sita í próstadømisráðnum. Umframt dómpróstin, er eitt skrivstoufólk á skrivstovuni hjá próstinum. Dómprósturin fyrireikar fundirnar og avgreiðir málini. Próstadømisráðið góðkennir millum annað fíggjarætlanir og roknskapir hjá kirkjuráðunum. Kirkjan hevur ein fíggjarkarm, og allar kirkjur fáa nóg mikið til rakstur. Harumframt koma serligar íløgur sum til dømis ábøtur, umbygging og nýbygging. Hetta verður fyrst viðgjørt í staðbundna kirkjuráðnum, sum ynskir eina serstaka íløgu. Síðani verður málið lagt fyri próstadømisráðið, sum so gevur sítt tilmæli til stiftsstjórnina, sum tekur endaligu avgerðina. Kirkjurnar, prestagarðarnir og kirkjubøkurnar skulu eisini sýnast, og tað liggur eisini undir dómpróstinum. Eftir at nýggjur prestur er prestvígdur av biskupi, skal dómprósturin eisini skipa nýggja prestin í embætið í kallinum, sigur hann.

Uni leggur dent á, at hann ætlar at hava gott samskifti við kirkjuráðini kring landið.

– Eg ynski at hava gott samskifti við kirkjuráð og prestar. Próstadømisráðið fer at ferðast kring landið at vitja kirkjur og kirkjuráð og soleiðis eisini verða kunnað um tey mál, sum kirkjuráðini arbeiða við. Allar avgerðir skulu takast í góðum samskifti við lokala kirkjuráðið. Aðalmálið hjá próstinum og próstadømisráðnum er at tryggja kirkjuni góðar umstøður at boða gleðiboðskapin. Kristus er kirkjunnar Harri, og vit eru tænararnir. Uppgávurnar eru ymiskar, eins og náðigávurnar eru ymiskar. Dómpróstur er ein partur av kirkjunnar leiðslu.

– Leiðslan í kirkjuni skal stuðla lokalu arbeiðinum og tryggja góð kor og góðar karmar hjá starvsfólki, leikfólki, prestum, skrivstovufólki, kirkjutænarum og vanliga kirkjufólkinum. Harumframt meini eg eisini, at leiðslan skal virka kveikjandi. Tað merkir, at hon skal vera íbirtari og vera framsíggin. Hetta merkir, at leiðslan í kirkjuni samstarvar við aðrar kirkjuligar felagsskapir, skipar fyri fundum og ráðstevnum fyri kirkjuráðslimum og tekur viðkomandi tættir upp í kirkjuni. Vit mugu sum kirkja hava eygu og oyru opin fyri tí, sum fyriferst. Vit eiga ikki at óttast fyri at taka nýggjar tættir upp í kirkjuni. Sjálvur havi eg áður nevnt, at vit til dømis áttu at havt ein ungdómsprest í Suðurstreymi. Her er eitt stórt og umfatandi útbúgvingarøki, har ein prestatænasta átti at verið burturav. Harumframt áttu vit at arbeitt meira miðvíst við eini diakontænastu. Men alt tekur tíð, og vit fegnast um, at vit hava eina vælvirkandi kirkju, sum hvílir á tryggum grundarlagi í orði og verki og undir skipaðum viðurskiftum við kirkjuligu lóggávuni, sigur Uni Næs at enda.

Orð og mynd: Heini S. Kristiansen