Skriva út

Samla pening inn til Ukraina

22.03.2022 Tíðindi

Komandi sunnudagur er miðføstu sunnudagur. Árliga siðvenjan er, at henda sunnudagin gongur talvan fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar.

Neyðhjálpin varð stovnað í 1922 og hevur sostatt 100 ár á baki. Í ár fer peningurin til hjálpararbeiðið í Ukraina.

Stiftið umsitur hesar konto til Neyðhjálp fólkakirkjunnar: 6460 – 405.473.5  og  9181 - 498.945.9

Vælkomin at stuðla.

biskupur