Skriva út

Samkirkjudagar - leygardagurin 28. mai

28.05.2022 Tíðindi

Enn ein dagur farin afturum, ein dagur við stórum og serligum upplivingum. Konsertin við Teiti Lassen, sum á sín stilla inniliga hátt tók okkum við á síni ferð. Hann hevði vakran og stillan sálmasang á skránni, egið tilfar, sum hann gávumildur gav okkum áhoyrarum kryddað við hugleiðingum, takk fyri tað!

Gøtu kirkju ungdómskór hevur vissuliga prógvað, at tey eru millum fremstu ungdómskór í okkara parti av heiminum. Tey eru ein hópur av avbera góðum og vøkrum røddum, sum á ein undurfullan hátt renna saman í eina ótrúliga vakra eind, sera væl skipað av framúr góðum kórleiðara í Símuni Hammer. Enn ein vøkur og serlig løta í Miðvágs kirkju.

Sálmaverkstovan í Beitishúsinum, barnaheiminum hjá Mikkjali á Ryggi, var áhugaverd og kveikjandi. Heini F. Petersen, Holgar Jacobsen, Theodor Eli Dam Olsen og Jákup Reinert Hansen góvu okkum teirra boð uppá sálmayrking, innihald, løg og sjálvandi eisini týðingar av sálmum. Onkur teirra las upp sálmar, teir hava gjørt, nemandi, ríkar og hugvekjandi sálmar, sum vit gleða okkum at síggja, hoyra og syngja frameftir. Vónandi spyrjast fleiri sálmayrkjarar burturúr hesi góðu løtu í Beitinum.

Ungdómsmøti í Bygdarhúsinum, sum byrjaði kl. 21.00, var ein heilt øðrvísi, men eisini sera góð løta. Tey ungu úr Eysturoynni vóru fylt við gleði og sangi, har var flenn, smíl, dansur og sangur í einum sera góðum lag, sum smittaði okkum áhoyrarar. Gleði í Guði, fagnaður til skaparverkið, til skaparan og frelsaran skinu ígjøgnum orð og tónar, lívligt, frískligt og stuttligt, men eisini við álvara í boðskapinum um, at vit eru øll Guðs børn, hann hevur umsorgan fyri okkum, vit eiga at taka boðskapin til okkara og liva nær at Guði, leirkerasmiðinum mikla. Hjartaliga takk til ungdómin í Eysturoynni fyri, at tit komu á vitjan!

Í dag, leygardagin 28.05, byrjaði dagurin við dypping/sjógleði. Aftaná varð farið eina pílagrímsferð niðan á Trælanípu, leidd av Kitty May Ellefsen.

  • Kl. 12.00-14.00 verður matsøla í Bygdarhúsinum, har borðreiða tey frá Fiskastykkinum í Sandavági
  • Kl. 14.00-17.00 er eisini møguligt at fáa okkurt heitt at drekka, og okkurt gott afturvið
  • Kl. 17.00- Borðreiða tey frá Essuni og Kransakøkur við alskyns góðum
  • Kl. 14.00. Miðvágs kirkja. Fyrilestur við Kathrine Lilleør presti. ”Skriftin á vegginum”
  • Kl. 15.00. Beitishúsið. Framløga við Stud.teol. Elin Ellefsen, Kirkjan og sosiala uppgávan
  • Kl. 16.00. Bygdaskúlin. Framløga við borgarstjóra Torbjørn Jacobsen, Kirkjan og skriftin á vegginum
  • Kl. 16.00. Bókaframsýning í kirkjukjallaranum
  • Kl. 16.00. Listaframsýning í Listastovuni
  • Kl. 17.00. Bygdarskúlin. Pallborð. Ingolf S. Olsen verður orðstýrari. Luttakarar: Eina Gudmundsen, deknur, Hans Jørgensen, kirkjuráðsformaður, Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, Kathrina Lindenskov Holm, limur í Próstadømisráðnum, Rósa Samuelsen, tingkvinna
  • Kl. 19.30. Konsert við MB-húsið. Luttakarar: Blátt Gras, Bárður á Lakjuni, Jens Marni Hansen, Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen, Dorthea Højgaard Dam, Lyon Hansen, Vágaverk, Lot. Tórur Mikkelsen er vertur

Vit gleða okkum til enn ein góðan og gevandi dag😊

Vælkomin á Samkirkjudagar 2022!