Skriva út

Sama neyð og sama svar í 85 ár

14.01.2023 Tíðindi
Kirkjuklokkan í Árnafjarðar kirkju hevur ringt, og gudstænastan kann byrja. Komið, tí at nú er alt tilgjørt!

Árnafjørður 1/7: Eitt ønskriligt neyðarróp! Tað er eitt tað fyrsta, sum eygað fangar, tá ein trínur inn í hugnaligu og snotiligu kirkjuna í Árnafirði.
Vakra altartalvan, sum Jógvan Waagstein málaði í 1936, vísir hendingina, tá lærusveinarnir eru illa staddir í lítlum báti og í høgum aldum á Genesaretvatninum. Brádliga kemur Jesus gangandi eftir vatninum og rættir tí søkkandi Pæturi, sum var stigin út úr bátinum, hond sína.
Tað er í hesi løtu, at ein nærum hoyrir ógvusliga og hjartanívandi neyðarróp hansara fyri sær. Pætur fekk ikki sagt annað enn henda eina avgerandi setningin, her mitt í ódnarveðrinum: ”Harri, bjarga mær!”

Hetta róp hansara um hjálp stendur fyri seg vinstrumegin altartalvuna. Og, um ein kann siga tað so, er svarið frá Jesusi, uppá neyð hansara – og eisini okkara! - sett høgrumegin: ”Óttast ikki! Trúgv bert!”



Hetta er so vísiliga gjørt og ætlað frá fyrsta degi av: Tú fekk kanska ikki nakað við av tí Orðinum, ið var lisið og borið fram undir gudstænastuni. Men hesir báðir setningarnir á vegginum kunnu tó gerast ein tala til hvørt einstakt kirkjufólk um ikki at óttast, tí Jesus er nær.

Og so er líkamikið, um tú gekk í kirkju her í 1937, ella tú var til gudstænastu her seinasta sunnudag, 85 ár seinni. Orðið er hitt sama. Og Orðið vendir framvegis ikki aftur við ongum. Heldur ikki Trettanda-dag í 2023!

Tað er ein vón 
Klokkan er 10:59 og fá sekund frá 11:00, tá klokkarin í dag, Ingibjørg Sigridardóttir Müller er til reiðar at byrja gudstænastuna við at ringja inn uppi í klokkutorninum.
Hoyriverndin er fingin rundan um oyruni; lúkurnar í kirkjutorninum eru lætnar upp; hon hyggur eina seinastu ferð eftir urinum á fartelefonini. So er tað nú at tað skjer, tí klokkan er nett 11:00; hon tekur um endan, og kirkjuklokkan sendir sín kallandi boðskap út yvir bygdina henda sunnumorgunin.

Ringt verður í nakrar minuttir, meðan hinir kirkjutænararnir – organisturin og deknurin – gera seg til reiðar til sína uppgávu við gudstænastuna:

Organisturin Theodor Askham Olsen hyggur enn einaferð eftir stykkinum, sum hann skal spæla sum preludium. Hetta er eitt vakurt lag við besifringum eftir enska lovsangsleiðaran, Stuart Townsend. Á upprunamálinum kallast sangurin ”There is a hope”, og í føroyskari týðing ”Tað er ein vón”.

Frammi í kór er deknurin, Sigrid Jógvansdóttir í ferð við at gera seg klára at lesa inngangsbønina, tá Ingibjørg, sum er dóttir hennara, er liðug at ringja. Bókin við dagsins lestri eftir John Myllhamar liggur eisini klár á pultinum.

Niðri í sjálvari kirkjuni eru tey fyrstu kirkjufólkini komin. Ikki eru vit so nógv í tali henda morgunin, í roynd og veru bert nøkur mannfólk.

Uppi við orglið situr ein annar maður við sálmabók í hond, og bíðar eftir, at kirkjuklokkan er liðug at ringja; at organisturin er liðugur at spæla preludium; at deknurin hevur lisið inngangsbønina; og at organisturin tekur við aftur og spælir eitt forspæl til fyrsta sálmin ”Yndislig, føgur, kongssalur høgur”, soleiðis at hann kann syngja við og syngja fyri.
Gudstænastan Trettanda-dag, 8. januar 2023 klokkan 11:00 í Árnafjarðar kirkju kann byrja.

Upp um skarðið
Til gudstænastuna í dag eru fólk ymsastaðni frá komin í hetta heilaga húsið at hoyra, hvat ið Gud faðir, skaparin, Harrin Jesus, frelsarin vildi við tey tala.
Her eru árnfirðingar, klaksvíkingar, ein viðingur og ein vágamaður. Í dag er annars rættiliga einfalt at fara í aðra kirkju enn sína egnu ein sunnumorgun, nú vegakervið er vorðið so væl útbygt.

Fyri árnfirðingar verður tað enn betri og einfaldari at koma fram og aftur, og hjá vitjandi at koma higar, tá teir gomlu og ótíðarhóskandi tunlarnir Norður um Fjall verða avloystir av nýggjum tunlum um eitt ár.

Tað vóru júst hesar umstøður við atkomiligheitini, sum 31. august í 1932 fingu 46 árnfirðingar at senda umsókn til løgtingið um studning til bygging av nýggjari kirkju.
Frammanundan vóru tey noydd at fara tann langa og torføra vegin upp um Áarskarð, um tey skuldu í sóknarkirkjuna í Klaksvík. Sama gjørdi seg galdandi, tá ið lík úr bygdini skuldi flytast til kirkjuna, í roynd og veru heilt fram til 1925, tá kirkjugarður var gjørdur í Árnafirði. Tað vil siga, at kirkjugarðurin kom 12 ár frammanundan sjálvari kirkjuni.

Nú var tíðin altso komin, til ynskið um at bygdin fekk sína egnu kirkju. Kirkjukassanevndin vildi síggja tekningar og eina kostnaðarætlan, áðrenn játtan kundi gevast.

Árnfirðingar settu seg tí í samband við H.C.W. Tórgarð, byggimeistara í Havn, og fingu til vega tekning og kostnaðarætlan. Í álitunum stendur, at kirkjan, ið skuldi stoypast upp av betong og klæðast innan við timbur, skuldi hava rúm til 100 føst sitipláss umframt lofts- og kórpláss.

Ómóðir
Eitt ár seinni, í september 1933 góðtók nevndin ætlanina og heitti á árnfirðingar um at fara undir ávegisarbeiðið, so sum at grava út og savna tilfar. Peningur kundu tó ikki latast hetta árið, men árnfirðingar skuldu fáa tilsøgn um studning, so skjótt sum tingið hevði ráð til tess.

Í dag búgva um 65 fólk í bygdini, meðan tey í 1932 vóru 90 í tali. Orsakað av hesum kom tí eitt krav um, at kirkjan skuldi styttast við tveimum stólarekkjum, soleiðis at rúm ístaðin bleiv fyri 80 fólkum.

Í november mánaði 1936 stóð kirkjan liðug, men var kortini ikki endaliga sýnað fyrrenn í oktober mánaði árið eftir.

10. oktober 1937 var kirkjan vígd, ein sunnudag, tá veðrið var av tí allarbesta. Nógv fólk komu til bygdina, millum annað 50 gestir úr Havn, sum vóru fluttir higar við Smirli. Vígslutaluna helt Jákup Dahl, próstur.

Ein onnur stór broyting hendi í 1967, nú ið koyrandi bleiv millum bygdina, gjøgnum tunnil og allan vegin til Klaksvíkar.

Tað er helst so, sum J. Símun Hansen skrivar í bókini ”Tey byggja land” um hesa hending:
”Ein fantastiskur lætti fyri fólkið í bygdini í miðjuni, sum higartil hevði verið eina best burturgoymt av øllum. Nú koma teir ómóðir, sitandi í bili gjøgnum fjøllini, meðan 1000 ára gamlir varðar rapa og fyrndargøtur grasgrógva uppi yvir teimum”.

Klokkan hevur ringt, og gudstænastan kann byrja. Komið, tí at nú er alt tilgjørt!

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
 - - -

Í fleiri komandi greinum fara vit at lýsa kirkjulívið í Árnafirði, her vit tosa við kirkjutænarar og kirkjufólk í bygdini.