Skriva út

Sálarmyrking ella sólarmyrking

12.08.2026 Tíðindi
Armgard

Sól, ljós og lív hoyra saman. Ljósmóðirin tekur ímóti okkum, onki nýtt  er undir sólini, ongin kennir dagin fyrr enn sólin setur og lat ikki sólina seta yvir tína vreiði. Vit sóla okkum í okkara succés, vit strála sum ein sól og vit halda onkran kæran vera eina sólstrálu.

Somuleiðis elska vit ljósið. Várljósið og vit hava adventsljós, kyndilsmessuljós, lusiagongu. Vit tendra ljós, tá onkur kemur inn ella fer út úr heiminum. 

Barnið blæsir ljós á lagkøkuni, tá tað fyllir, tí nú eru fimm ella 8 ár strokin, og í 1700 talinum høvdu vit upplýsingartíðina. Vit siga at alt, sum er fjalt, kemur fram í ljósið ein dag og at onkur sær ljósið.

Og sólin, henda risa orkukeldan, sum lýsir og hitar og sum vit als ikki kunnu hugmynda okkum ikki at vera har, hon er einastaðni langt, langt burturi frá okkum og tó so nær okkum, tá hon sendir sínar heitu geislar á okkara andlit og á blómurnar og á tjøldrini og spælandi børn.

Vit orka ikki ella megna ikki at kaga upp í undurfagra stjørnuhimmalin ella gáa um risastóru, endaleysu rúmdina uppi yvir okkum, tí tað ørar fyri okkum, tí hvat skal eg lítla menniskja siga til hesar undurføgru víddir ? 

Men tá vit so hyggja inn í eyguni á nýfødda barninum ella inn í eyguni á einum menniskja, sum elskar meg, tá sansa vit og vera var við stjørnurnar, mánan og sólina.

Vit síggja bert í brotum, og vita ikki ein minutt fram, hvat fer at henda, men hóast vit øll eru petti av einum risastórum putlispæli, sum vit ikki vita, hvussu skal liggja, so ganga vit ikki  dagliga og hugsa um risastóru rúmdina uppi yvir okkum.

Vit hyggja eftir vøkru stjørnunum og vita í dag, at somu evni, sum eru í stjørnunum eru í okkum menniskjum.

Tankavekjandi at vit vilja geva ørandi upphædd fyri ein gimstein, men gáa ikki um ella ganga illa um næstan, sum hevur  júst somu evni í sær!

Vit hugsa kanska- av og á -  stórar tankar um lívið, ljósið og sólina, um meiningina við tí heila, men lata okkum tó  órógva av marengsbotninum, sum skal etast í bindiklubbanum ella  av hálsbrunanum hjá lítla barninum ella tvístøðuni, um eg skal í henda kjólan ella hasar buksurnar.

Sólarmyrkingin, vit upplivdu í 2015, var heilt ótrúliga serstøk. Litir hvurvu, myrkrið seig yvir alt og øll, tað varð kaldari, og vit kundu onki gera fyrr enn ljósið og litirnir og hitin komu aftur og fuglarnir fóru at láta og mann hugsaði ”Fjúv, gott at ljósið vinnur á myrkrinum”. 

Øldir hava runnið, men sólin, mánin og stjørnurnar eru har við sama lag. Við neyvum náttúrulógum ferðast tey teirra lív, minutt fyri minutt. So neyvar eru teirra náttúrulógir, so vit menniskju megna at siga dagsettan dag, tá ein sólarmyrking fer at vera. Somuleiðis nú vit hava partvísa sólarmyrking aftur.

Tað er annars so nógv, sum  kann myrkja fyri hjá okkum, so vit kenna tað sum sálarmyrking. Sjúka, skilaleys fólk sum ráða fyri borgum, kríggj og mangt, mangt annað. Sannast má, at tað er ein forrrættur at kenna at «mín sál hon er frí» og vit ikki  kenna okkum fjøtrað.

Heimsmeistarakapping í fótbólti var í summar og Messi og Messias komu í bland og tosað var um rættvísar og órættvísar dómarar, og fótbóltsspælarar hugdu upp móti himni og ristu kross fyri seg, tí øll vildu vinna gullið. 

Í kirkjuni verður sagt, at stjørna vísti á fjósið, har heimsins Ljós varð borið í heim, men 33 ár seinni á miðjum degi, tá varð tað myrkt og kalt tí Kristus doyði krossardeyðan og heimurin  dømdi  hesa gerð at vera heimsinsa størsta sjálvmál.

Men eftirtíðin hevur sannað, at hetta var tað  beinraknasta málið í heiminum, sum tryggjar okkum gullið.

Eins og sólin fær alt at grógva og næla og spíra og vit verða heit og kenna okkum elskað og fær alt  myrkrið at hvørva, soleiðis er tá æviga Ljósið skínur á okkum og vit kenna okkum elskað.

Tað er ein treyt fyri mannalívinum at vit hava ljós og ljósið er sterkari enn myrkrið.