Skriva út
Sál og summar – í okkara kirkju
25.07.2012 Tíðindi

Sál og summar. Soleiðis stendur at lesa í einum bóklingi hjá einum av okkara ferðaskrivstovum. Tað er uttan iva einki at ivast í, at tað er gott fyri sál og likam at ferðast – at koma burtur frá tí dagliga lívinum – at taka sær av løttum eitt tíðarskeið á sumri – tað veri seg her á klettunum ella burturi í heimi.
Mangan verður hugsað um likamið – um sól og summar – tá ið tað er talan um at ferðast, men nú hevur so sálin eisini fingið beinleiðis rúmd í yvirskriftunum í sambandi við ferðamál, og tað kunnu vit so fegnast um!
Eitt vanligt ferðamál um summarið er kirkjan. Kring um í bygdum og býum okkara er bygdakirkjan kærkomið stað hjá føroyingum og fremmanda fólki at vitja.
Í nógvum støðum er kirkjan opin fyri ferðafólki ávísa tíð á degnum. Hetta er ein góð skipan, sum eigur at verða styrkt.
Bygdakirkjan hevur sína ríku og áhugaverdu søgu, og rætt er at siga søguna um kirkjuna: um byggisnið og kirkjusiðir og um teir ymisku lutirnar í kirkjuni, sum hvør hevur sína søgu. Nakrar kirkjur hava latið prentað faldarar, sum á ymiskum málum greiða frá kirkjuni.
Tá ið fólk vitja kirkjuna er jú ymiskt, sum hevur áhuga. Í Føroyum eru kirkjur frá ymiskum tíðarskeiðum: frá Múrinum í Kirkjubø og teimum gomlu trækirkjunum og til nýggjar kirkjur.
Og tá ið talan er um forngrevstur og gamlar lutir, eru eisini góðir møguleikar at hoyra søguna um nógvar kirkjur í Føroyum. Alt hetta ger, at ein kirkja er altíð áhugaverd at vitja.
“Hetta er okkara kirkja”, verður viðhvørt sagt, tá ið vit síggja eina mynd av kirkjuni. Í hesum orðunum er eisini ein ávísur kærleiki til kirkjuna og stoltleiki at vísa fólki kirkjuna. Tí er eisini umráðandi, at kirkjan er í góðum standi. At kirkjan er væl hildin, fjálg og hugnalig at koma inn í.
Kirkjurnar í Føroyum eru eitt satt prýði, loyva vit okkum at siga tað sjálvi!
Á hvørjum ári verður brúktur nógvur peningur at reka, umsita og at halda kirkjurnar við líka uml. 25 mill. kr. Kirkjuráðini gera eitt stórt arbeiði at umsita kirkjurnar, soleiðis at tær – í bygdum og í býum okkara – kunnu brúkast til tað, tær eru ætlaðar, nevniliga at halda gudstænastu í og til kirkjuligar tænastur.
Men kirkjurnar kunnu eisini við sínu góðu søgu og umstøðum virka enn betur – eisini um summarið, tá ið nógv ferðafólk eru í Føroyum.
Kanska áttu kirkjuráðini at tikið henda spurningin upp: hvat gera vit, at okkara kirkja kann verða meiri opin um summarið fyri vitjandi, og hvørji serlig tiltøk kundu hugsast at verið í okkara kirkju fyri vitjandi hesa ársins tíð?
Nakrar kirkjur royna við ymiskum sangtiltøkum, urgukonsertum og listaframsýningum og at hava tiltøk í kirkjuni, tá ið bygdastevnur eru.
Kirkjan er sum oftast mitt í bygdini, har fólkið er og savnast. Vit eiga enn betur at læra at brúka kirkjuna í dagliga lívinum til gleði og signingar fyri øll. Sjálvandi skal alt verða gjørt við skili og sóma og við virðing fyri halgidóminum.
Við ynskjum um eitt gott summar og at tey, ið vitja kirkjurnar eisini fáa nakað í sálina, tá ið tey halda summarfrí í landi okkara – í bygd og í bý.
(Oddagrein í “Kirkjutíðindum” nr. 2. 2012)
Uni Næs
Onnur tíðindi