Skriva út

Sætti hvør lurtaði eftir gudstænastuni av Sandi

13.04.2022 Tíðindi

Ein kanning, sum útvarpið hjá Kringvarpinum hevur latið gera, gevur eina greiða ábending um, hvussu nógv fólk, ið lurta eftir teimum andaligu sendingunum hjá hesum størsta miðli okkara. Eftir einum ávísum morgunlestri lurtaðu 25 prosent av teimum spurdu!

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: kvf.fo.

TRÚARLÍV: Hvussu eru vanarnir hjá fólki, tá talan er um sendingarnar í útvarpinum? Og hvussu er støðan, tá talan er um tær mongu andaligu sendingarnar?

Hetta var eitt av endamálunum, sum Kringvarpið ynskti at fáa svar uppá í farna mánaði. Stovnurin bað spurnartænastuna Spyr.fo um at standa fyri hesum, og í farnu viku komu so fyrstu svarini uppá stóru kanningina um lurtaravanar hjá fólki eitt ávíst tíðarskeið í mars mánaði 2022.

Ein áhugaverdur spurningur hjá størsta miðli okkara er sjálvandi, hvussu væl umtóktar tíðindasendingarnar - flaggskip teirra - eru. Og her kann sláast fast, at enn sum áður, hava tíðindini á middegi og á kvøldi sera stóran áhuga manna millum.

Í eina førinum – tíðindasendingin kl. 12.20 mánadagin 7. mars – lurtaði meiri enn annarhvør av teimum spurdu, 51,6 prosent, eftir teim feskastu tíðindunum heima og úti. Og klokkan 18 sama kvøld var talið 49,8.

Men stovnurin vildi eisini vita, hvussu støðan man vera við øðrum føstum sendingum í fjølbroyttu útvarpsskránni – til dømis Brunsj, Við Tórði á túri og Góðan Morgun Føroyar, umframt sendingarnar við andaligum innihaldi, so sum gudstænastur, Credo og morgunlesturin.

Hesi tølini vísa eisini greitt, at ein stórur, og kanska eisini trúfastur skari av føroyingum, lurta trúfast her. Tølini í hesi greinini verða prentað við loyvi frá Kringvarpinum.

GUDSTÆNASTA AV SANDI
Ein spurningur, sum man hava stóran áhuga millum tey, sum plaga at vitja heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni er, hvussu nógv ið munnu lurta eftir gudstænastunum í útvarpinum sunnu- og halgidagar.

Henda spurningin fingu eisini tey 500 fólkini, ið vóru við í kanningini. Og her var svarið púra greitt:

Sunnudagin 27. mars sendi útvarpið eina gudstænastu úr Sands kirkju á middegi, og seinnapartin var hon send í sjónvarpinum. Tað er haðani, at myndin stavar.

Hetta var ein heldur øðrvísi gudstænasta, har prestur var Havstein Klein, meðan gudfrøðingurin, Tummas Kannuberg var hann ið prædikaði, og Jórun og Jan sungu fleiri sangir.

Staðfestast kann, at eftir gudstænastuni lurtaðu 14,8 prosent av teimum spurdu, meðan heldur fleiri, 15,6 prosent hugdu eftir sjónvarpinum klokkan 16:00.

Og so kann líka nevnast, at hetta kvøldið hugdu 6 prosent av teimum spurdu eftir andaktini í sjónvarpinum.

FJÓRÐI HVØR
Kanningin ynskti haraftrat at fáa greiðu á, hvussu nógv fólk ið lurta eftir morgunlestrinum í Kringvarpinum.

Her er lurtaratalið rættiliga støðugt, og í nánd av teimum 20 prosentunum, meðan nakað væl færri lurta eftir endursendingini fyrrapart, hvat so enn orsøkin man vera til tað.

Tað er tó ein ávísur morgunlestur, sum skilir sær frá hinum, nevniliga tann sum var sendur hósmorgunin 10. mars kl. 07.05.

Eftir honum lurtaðu 25 prosent av teimum spurdu – sum svarar til, at fjórði hvør teirra hoyrdi lesturin. Tá hann var endursendur lurtaðu sløk 10 prosent eftir honum.

At enda kann verða nevnt, at 6 prosent lurtaðu eftir sendingini ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” leygarkvøldið 26. mars.