Skriva út

Rundan um vígslu

15.06.2012 Tíðindi
Rundan um vígslu

Tá talan er um kynsligan samleika, nema vit eitt viðkvæmt evni. Samleikin er persónligur. Tess vegna er tað hóskandi, at virðing og hóvsemi hoyrist og sæst í talu og skrift, nú fjølmiðlarnir seta støðu teirra samkyndu á dagsskrá við atliti at fólkakirkjuni.

Óivað eru mong atlit at taka bæði av persónligum og almennum slagi. Fari at nevna tvinni atlit, - politisk atlit og kirkjulig atlit.

Politisk atlit

Føroyar er eitt samfelag, hvørs viðurskifti eru skipað við lóg. Føroya Løgting er lóggevandi. Í samfelagnum hava borgarar landsins tryggjaðan rætt til lív og sømdir. Biskupur virðir rætt teirra samkyndu at liva í friði og náðum. Biskupur tekur frástøðu frá allari niðrandi talu og umtalu.

Borgarar landsins eiga at hava rætt til at skipa sítt privatlív. Eg vil verja sjálvsagda rættin hjá øllum borgarum landsins at liva í Føroyum. Borgarlig rættindi eru ein politisk avgerð.

Kirkjulig atlit

Í Føroyum er tað ikki loyvt samkyndum at verða vígd ella verða skrásett sum par. Tað er avgerðin hjá Føroya Løgtingi.

Fólkakirkjan skal eyðvitað halda og virða landsins lógir. Men týdningarmikið er at varnast, at fólkakirkjunnar innaru viðurskifti ikki verða ásett ella greinað av lóggevandi myndugleikanum. Fólkakirkjan hevur eina sannføring og játtan, ið hevur støði í Bíbliuni og játtanarritunum.

Biskupur metir, at vígsla ella skráseting av pørum av sama kyni er eitt politiskt mál og tess vegna ein borgarlig avgerð.
Øll ritual í fólkakirkjuni greina
kirkjunnar innaru viðurskifti og sjálvsfatan, læru og lív. Biskupur mælir frá, at Føroyska Fólkakirkjan politiskt verður noydd at víga pør av sama kyni. Biskupur heldur fast við klassisku fatanina, at hjúnalagið er ein sáttmálabundin skipan í lívi og samlívi millum mann og kvinnu.

Hjúnalagið

Føroysk Orðabók, Føroya Fróðskaparfelag 1998, greinar orðið hjúnalag á henda hátt : “Løgfest samband millum mann og kvinnu.” Biskupur metir, at nevnda greining er røtt og samsvarar við fólkakirkjunnar læru.

Greiningin hjá orðabókini samsvarar við fólkakirkjunnar sjálvsfatan, soleiðis sum hon rituelt verður orðað í bønini, ið verður nýtt til brúðarvígslu : “Vær tøkkum tær, kæri himmalski faðir, fyri at tú hevur innsett hjúnaskapin, og vær biðjum teg, at tú vilt varðveita hesa skipan tína og signing trygga eisini okkara millum.”

Biskupur metir, at fatanin av hjúnalagnum millum mann og kvinnu er ankrað í skapanarsøguni og nemur Guds leiklut í skapan og verki, upphav lívsins.

Borgarlig ella kirkjulig vígsla

Maður og kvinna kunnu velja at verða vígd borgarliga ella kirkjuliga. Í báðum førum er vígslan eins góð og veitir somu løgfrøðiligu rættindi.

Kirkjulig vígsla er rituelt ein tilvitað bøn um Guðs signing, so samlívið vignast.

Mannavirði

Øll menniskju hava sama virði og eiga tess vegna rætt til mannsømilig kor. Biskupur tekur virkna frástøðu frá útsagnum ella gerðum, har fólk verða vanvird ella happað, t.d. vegna útsjónd, førleika ella kynsligan samleika.

Í hugburði og samskifti ger Fólkakirkjan ikki mun á fólki. Øll viðskiftafólk fólkakirkjunnar fáa tænastu samsvarandi skipan og reglugerð.

Tórshavn 15. juni 2012.
Jógvan Fríðriksson, biskupur