Skriva út
Rundan um semjuna
08.02.2010 Tíðindi

Tann 14. januar 2010 undirskrivaðu biskupur og Ólavur Rasmussen eina avtalu um sjálvbodna fráferð. Sama dag segði Ólavur seg úr starvi sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Á vári 2009 var staðfest, at viðurskiftini í prestagjaldinum vórðu broytt, og at Ólavur ikki kundi koma aftur í starvið sum sóknarprestur í Hvalba. Biskupur hevur sambært § 13 stk. 3 í Løgtingslóg nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum umsorgan fyri einleika kirkjunnar. Biskupur metti tískil, at hann í hesum føri hevði skyldu til at finna eina virðiliga loysn í bræði, tí málið var sera álvarsamt fyri allar partar. Kirkjuliðini, kirkjuráðini og sóknarprestin Ólav, ið hevði rætt til starvið.
Biskupur var sannførdur um, at fráferð í semju tænti øllum pørtum best. Ólavur var samdur í hesi niðurstøðu vísandi til síni rættindi í tænastumannalógini.
Tað liggja eingi órógvandi skjøl og eingin klaga í Biskupsgarði frá tíðini, ið Ólavur røkti kallið sum sóknarprestur við sæti í Hvalba. Tað hoyrir við til heildarmyndina at siga, at nógv fólk hava fingið góða kirkjuliga tænastu og sálarrøkt frá Ólavi.
Alment er komið fram, at ávís misnøgd hevur verið við embætisførsluna hjá Ólavi. Henda misnøgdin varð á fyrsta sinni dagfest 6. desember 2009, tá Ólavur hevði verið í farloyvi í trý ár. Hesar kærur hava ikki verið partur av málsviðgerð biskupsins.
Umsitingin á Biskupsgarði tók allar partar í málinum í álvara, hvat eisini semjan um sjálvbodna fráferð er vitni um.
Biskupur er harmur um tað neiligu umtalu, ið Ólavur hevur fingið eftir tað, at avtalan varð gjørd. Hin einstaki borgarin átti at havt eina trygd og verði vardur, so persónlig viðurskifti eru persónlig og verða hildin í trúnaði.
Vit hava gjørt eina semju um sjálvbodna fráferð, og Ólavur Rasmussen hevði í fyrisitingini onga ákæru sitandi á sær, tá ið hann fór í farloyvi. Málið er endaliga avgreitt hiðani við vón um, at persónlig viðurskifti hjá landsins borgarum í framtíðini verða vard í slíkum málum.
Tórshavn 8. februar 2010
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Onnur tíðindi