Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum.

Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, til gávuhandan í sambandi við 70-ára hald í Fámjin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Háttvirda samkoma!
Í hesum tignarliga Guds húsi hongur fyrsta útgávan av tjóðarbúmerki okkara, Merkið.
Vit, sum eru komin saman her í dag, eru ikki tey fyrstu og valla heldur tey seinastu, sum vitja kirkjuna her í Fámjin til tess at síggja merkið og leggja okkum týdning tess í geyma. Sjálv vitjaði eg her saman við skúlaflokki mínum fyri uml. 40 árum síðani – í nettup somu ørindum. Og síðani tá munnu tað vera í 1000-undavís av børnum, vaksnum, ferðafólkum og øðrum vitjandi, ið hava lagt leiðina fram við her at síggja hesa ímynd av øllum tí, sum tilsaman myndar okkum sum fólk og sum tjóð.
Tað er í grundini sjáldsamt og hugvekjandi, hvussu stóran týdning summar ímyndir hava fyri samanhald, samleika, samhaldsfesti og samanhangsmegi tjóðarinnar. Merkið er ein hin sterkasta ímyndin yvirhøvur, og uppi í merkinum hanga ótaldar sagdar og ósagdar søgur. Tú verður bæði errin og eyðmjúk, tá ið tú skoðar júst tað flaggið, sum forfedrar okkara tóku stig til og megnaðu at tilevna og gera til veruleika. So tað er sjálvsagt, at hesin dýrgripur og týdningarmikli mentanararvur hevur brúk fyri verju.
Og tað er júst tað, sum hendir í dag. Vit eru í dag vitni til, at okkara tjóðarmerki fær heiður og sømiliga viðferð, bæði ítøkiliga og í fluttari merking. Eg vil fegin takka Tryggingarfelagnum Føroyar fyri, at tit í sambandi við, at 70 ár eru liðin, síðan tit byrjaðu tryggingarvirksemi tykkara, hava hugsað um at gera eitt átak til frama fyri merkið og føroyska mentanararvin.
Fyrsta merkið, sum vit eru so heppin at eiga, fær nú ta vernd, tað hevur uppiborið og fyri neyðini! Mentanararvin hava vit bæði áhuga í og skyldu til at varðveita og virða. Tað er at fegnast um, tá eisini privatar fyritøkur vísa mentanini og mentanararvinum áhuga og veita styrk. Stóra tøkk fyri tað! Og tillukku við 70 ára føðingardegi tykkara.
Fyrsta flaggið, ið veittraði í Føroyum, var sum kunnugt hetta.. Um vit kaga í søgubøkurnar, verður sagt frá, hvussu ungir studentar fingu hugskotið og arbeiddu fyri at fáa føroyska flaggið undir land. Hetta var, tá tjóðskaparrørslan tók seg upp seinast í 19. øld. Ein av oddamonnunum var ungi studenturin Jens Olivur Lisberg, sum var borin í heim her í Fámjin í 1896, og sum var farin undir løgfrøðilesnað í Keypmannahavn. Í 1919 í kjalarvørrinum av nývunna íslendska sjálvstýrinum við íslendska flagginum í húnar hátt, vaknaði ein longsul eftir at fáa eitt føroyskt tjóðarmerki, ið skuldi bleiktra fyri Føroyar, bæði á sorgar- og gleðisdøgum.
Studentarnir Janus Øssurson, Pauli Dahl og Jens Olivur Lisberg hildu, at tíðin var komin at fara frá tjaldurs- og veðramerkjunum til eitt veruligt tjóðflagg og krossmerki eftir norðurlendskari siðvenju. Eisini varð hugt at litsamansetingini í flestu norðurlendsku fløggunum, og úrslitið gjørdist so okkara vælkenda Merki. Ninna Jacobsen seymaði fyrstu prototypuna, eitt borðflagg, ið varð einmælt góðkent á studentafelagsfundi. Eftir ymsar aðalroyndir í Danmark, veittraði Merkið so fyri fyrstu ferð í Føroyum tann 22. juni 1919, og tað var her í Fámjin, tá Jens Olivur Lisberg tók Merkið við sær heim í summarferiu. Eitt gott dømi um, at vit eisini í dag eins og tá eiga at vera opin fyri teimum broytingum og nýskapanum, sum tey yngru ættarliðini halda, at tørvur er á í Føroyum.
Ikki fyrr enn í 1948 varð merkið endaliga viðurkent at nýta á sjógvi og á landi. Tey flestu vita, at tað var eitt drúgt stríð at koma so langt. Í 1950 varð avgjørt, at 25. apríl skuldi vera flaggdagur okkara. Hetta var júst tíggju ár eftir, at ein dramatiskur og fjølmentur Fólkafundur á Tinghúsvøllinum tann 24. apríl 1940 hevði samtykt, at krevja, at amtmaðurin Hilbert góðtók, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi og føroyskum Merki. Tann 25. apríl gekk Hilbert hesum kravi á møti – við ringum tannabiti.
Jens Olivur upplivdi ikki, tá bretska hervaldið undir týsku hersetingini viðurkendi Merkið sum siglingarflagg, ella tá danir við heimastýrislógini frá 1948 viðurkendu Merkið sum føroyskt tjóðflagg. Lagnan vildi, at Jens Olivur doyði eftir sjúkralegu í 1920, bert 23 ára gamal. Men hesin ungi fáminigur hevur so sanniliga verið við til at geva okkum eina virðismikla gávu at savnast um.
Merkið minnir okkum á, at handan allar gerandisligar tvídráttir millum manna, er tað nakað størri og týdningarmiklari, sum bindur okkum saman.
At vit standa saman sum fólk, merkir ikki, at vit øll skulu vera eins ella hava somu meiningar.Tað merkir, at vit standa saman um tjóðina Føroyar, og standa saman um at tryggja, at vit kunnu vera ymisk, fjølbroytt og fræls, og at pláss er fyri øllum. Tað er hesi virði sum til samans mynda okkara samleika.
Alt hetta – og meira afturat – verður sameinað í merkinum, sum vit vinda á stong, tá ið vit vilja takka, heiðra og vísa virðing, tá ið vit fegnast ella syrgja í felag. Og ikki at gloyma, tá ið Føroyar verða umboðaðar á ymsum altjóða pallum. Sum so mangan hevur Hans Andrias Djurhuus lýst allar hesar kenslur og týdningar so væl í yrkingini “Til merkið” longu í 1920.
“Har í merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt,
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg”
Vit geva okkum ikki altíð far um, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita tjóðargripir okkara. Um ikki miðvíst varðveitingararbeiði fer fram, so forferst arvurin frá forfedrum okkara, og vit gerast fátækari. Vit hava nógvar avbjóðingar á varðveitingarøkinum, á øllum søvnunum hava vit dýrgripir, sum vit mugu ansa eftir og goyma til okkara eftirkomarar. Tí eri eg so fegin um, at hetta stigið nú er tikið í dag, og eg vil sum landsstýriskvinna vegna Føroya fólk enn einaferð takka Tryggingarfelagnum Føroyar fyri gávuna, sum eisini er ein gáva til eftirkomarar okkara.
Takk fyri!