Skriva út

Røða, hildin vegna Helenu Dam á Neystabø við hátíðarhaldið í Sandvík á 100 ára degi Sandvíkar Kirkju.

28.10.2008 Tíðindi

Góðu Sandvíkingar. Eg vænti og vóni at tað verða fleiri, ið koma til Sandvíkar at hátíðarhalda 100 ára dag kirkju tykkara, enn tá ið kirkjan á sinni varð vígd.

Um henda dag skrivar Busch prestur, ið hevði havt ein týðandi leiklut í, at tað eydnaðist at fáa Tvøroyrar kirkju flutta til Hvalvíkar, sum bygdin tá æt:

“Kirkeindvielsen i Hvalvig blev vistnok ikki saa stor en festlighed, som den i Tværaa Kristi Himmelfarsdag í Aar. Der var saaledes ingan andre præster til stede uden Provsten, der foretog indvielsen, og Sognepræsten, der assisterede ved indvielsen og prædikede over dagens tekst.”

Hetta var 18. sunnudag eftir Trinitatis í árinum 1908.

Her er so betur statt enn tá, 18. sunnudag eftir Trinitatis í árinum 1908; men tað harmar meg almikið, at eg ikki fái umboðað almennu Føroyar her á Sandvík  í dag, og at søgan á tann hátt hevur hug at endurtaka seg. Eg vildi ógvuliga fegin verið hjástødd, og havt høvi at ynskt tykum hjartaliga tillukku við 100 ára degi kirkjunnar.

Kirkjan her í Sandvík hevur av sonnum eina sjádsama søgu – sum vit kanska kundu lært eitt sindur av í hesum døgum, her einki uttan tað spildurnýggja, og sostatt eisini sera kostnaðarmikla - er nóg gott.

Kirkjan hevur ferðast í Suðuroynni síðani hon varð bygd fyrstu ferð í Froðba í 1840. Tá fingu froðbingar høvi at hoyra Guds orð í nýggjari kirkju, eitt stað at savnast til felags uppbyggingar og til andakt.

Í 1856 verður kirkjan flutt av Bø í Froðba og inn á Tvøroyri. Helst ein avleiðing av, at Tvøroyri við Kongligum einahandli og fiskaarbeiði gjørdist miðdepulin, og staðið har fólk flest búleikaðust.

Men so hvørt sum Tvøroyri veksur, verður kirkjan ov lítil, og farið verður undir at fyrireika nýggja kirkju á Tvøroyri. Og tá er tað, at bygdafólkið í Hvalvík sær sær eitt høvi at fáa eina kirkju til bygdina.

Eitt einastandandi samanhald millum bygdafólkið, framtakshugur og viljin til at taka sjálvboðin tøk, slóða fyri, at eisini myndugleikarinir taka undir við hesum hugskoti, at loyva sandvíkingum at flyta gomlu kirkjuna á Tvøroyri til Hvalvíkar.

Og skjótt varð atborið: nýggja kirkjan á Tvøroyri varð vígd Kristi Himmalfaradag, og longu á heysti sama ár stóð henda kirkjan liðug, bygd burturúr tilfari úr gomlum friðhalgaðum bygningi, og endurfødd undir kønari leiðslu av byggimeistara, meðan nógv sjálvboðin tøk vórðu tikin.

Tað sum kann vera áhugavert at hugleiða um í hesum sambandi, er spurnginurin um, hvussu vit eiga at tulka virðingina fyri tí sum er gamalt og friðhalgað. Skal tað, sum í ávísum førum verður gjørt, friðast og varðveitast – júst soleiðis sum tað var upprunaliga – ella kann tað geva meining at varðveita tað gamla við at endurføða og endurskapa tað, soleiðis at tað varðveitir lív og innihald?

Tað er tað, sum tit hava gjørt her í Sandvík, og tað er ein máti, ið sanniliga gevur meining - og tilfar til umhugsunnar.

Hetta er ikki júst sama kirkja sum varð bygd í Froðba í 1840, men í søguliga medviti okkara er tað sama kirkja, sum enn dagin í dag tænir tí týdningarmesta endamálinum, nevniliga at hýsa kirkjuliðinum, sum Busch prestur skrivaði á sinni í 1807 í umsóknini til Færøernes Amt og Provst: “En Kirke hvor man kan samles til fælle Opbyggelse og Andagt”.

Við vón um at kirkjan fer at verða eitt signað stað í mong ár frameftir, ynski eg tykkum enn einaferð vegna Føroya Landsstýri tillukku á hesum stóra degi.

Bestu heilsanir

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna