Skriva út

Rikka: - Jesus hevur alt at siga fyri meg

27.07.2022 Tíðindi

- Jesus er mín persónligi frelsari, sigur 27 ára gamla, Rikka Askham Justesen úr Kunoy.

Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

KUNOY – grein 2 av 6: ”Hugsa tær eina kirkjugongd ella møti uttan børn. Eingi børn, sum gráta ella tosa. Eingir keksamolar. Eingin spurningar at svara, meðan talan er!”

Hetta áhugaverda evnið verður tikið upp í eini grein í Trúboðanum, sum er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Í greinini verður spurningurin settur, hvat foreldrini kunnu gera í hesum sambandi? Og hvat ger kirkjan sjálv ella Heimamissiónin í hesum sambandi?

Tí, sum sagt verður í greinini: ”Heilt einfalt, við at verða tikin við, læra børnini tilvitað at taka lut í Kristi likami”.

Ein teirra, sum roynir at geva sítt íkast í hesum samband er 27 ára gamla Rikka Askham Justesen, sum er úr Hvannasundi, men er gift og býr í dag í Kunoy.

Henda sunnudagin, 17. juli var hon farin við trý ára gomlu dóttrini Brynhild í Kunoyar kirkju til gudstænastu, har prestur luttók og har tað var altargongd.

- Í dag vildi Brynhild, at vit báðar skuldu sita allar fremst. Og tað gjørdu vit so, sigur Rikka við bros á kinn.

VEGLEIÐING OG EGGJAN
Í áhugaverdu greinini í Trúboðanum verður millum annað sagt, at børn eru ongantíð óhóskandi, tá ið vit tilbiðja í felag.

”Síðan alt byrjaði, hava Guds fólk vitað at kirkja og møti vóru fyri alla sáttmála-familjuna (Esra 10,1). Jesus bjóðaði børnunum at koma til sín, og hann brúkti tey at vísa á, hvat tað merkti at hoyra til Guds ríki (Markus 10,13-16).

”Og Gud væntar, at børn eru við í kirkju og á møti, at tey hoyra vegleiðingar, lyftir og eggjan, sum eru skrivað beinleiðis til teirra (Efesusbrævið. 6,1-3 og Kolossubrævið 3,20)”.

Í kirkjum og samkomum verður við millumbilum skipað fyri serstøkum barnagudstænastum, familjugudstænastum og skrúvugudstænastum, har serligur dentur verður lagdur á at røkka børnunum og familjum teirra.

Men sum skilligt er, er tað somuleiðis eitt ynski at bæði børn og foreldur í hópatali somuleiðis leita sær í kirkjuna ein vanligan sunnudag.

KIRKJA OG SAMKOMA
Her í Kunoy hevur gleðiboðskapurin verður boðaður í kirkjuni í øld eftir øld, og tað verður hann enn tann dag í dag.

Henda sunnudagin, tá umboð fyri heimasíðuna hjá fólkakirkjuni vitjaði her, vóru Rikka og dótturin, og fleiri við teimum, enn einaferð farin til gudstænastu í staðbundnu kirkjuni.

Hetta er eitt, sum Rikka ger javnan, og ein góður siður, sum hon eisini sær týdningin av at føra víðari til trý ára gomlu dóttrina.

- Jú, mær dámar væl at koma í Kunoyar kirkju. Men so ganga vit eisini í samkomuna ”Soli Deo Gloria” í Klaksvík.

- Har er eisini gott at vera, slær hon fast.

YMISK SKIPAN
Júst hetta, at koma saman við øðrum og hinum í bygdini í eini kirkju, hevur nógv at siga fyri Rikku.

Ella, sum hon sjálv sigur tað:

- Eg komi eisini nógv til møtir aðrastaðni, og sum eru skipaði á ymiskar mátar. Júst hetta, at tey eru so ymisk, er nakað, sum mær dámar sera væl.

- Kirkjan er tann sama, líkamikið hvar í landinum tú fert. Tú veitst altíð, hvussu gudstænastan er skipað, og tað er júst hetta, mær dámar so væl við at ganga í kirkju, sigur Rikka.

Og hon leggur í sama andadrátti aftrat:

- Tað er so avgjørt nakað, sum man eisini hevur brúk fyri í gerandisdegnum!
Dagliga starvast hon sum innkeypari hjá fyritøkuni KBI í Klaksvík.

PERSÓNLIGUR FRELSARI
Prædikutekstur til henda sunnudag, ið var 5. sunnudagur eftir Tríeindardag var úr Matteus 16,13-16, og er um, tá Jesus spyr lærusveinar sínar, hvønn menn siga menniskjusonin vera?

Í prædiku síni spurdi prestur, Hanus á Gørðum beinleiðis kirkjufólkið, hvør heldur tú at Jesus er? Og í øðrum lagi, hvat ið Jesus hevur at týða fyri tann einstaka?

- Hetta var ein sera góð prædika, og eisini ein álvarsom áminning til meg og mína kristnu trúgv.

- Ja, hann spurdi beinleiðis, um okkara trúgv er vorðin so persónlig, at vit ikki tora ella vilja deila hana við onnur. Hetta gav mær í øllum førum nógv at hugsa um.

Rikka fekk eisini henda sama spurningin frá tíðindamanninum: Ja, hvør er Jesus fyri teg?

- Her er mítt svar púra greitt: Jesus, hann er mín persónligi frelsari!

- Og hann er alt fyri meg hvønn einasta dag, bæði tá gongur við ella tá gongur ímóti, slær Rikka fast.

- - - -

Hetta er onnur greinin um kirkjulívið kring Kunoyar kirkju. Fyrsta greinin stóð her á heimasíðuni 20. juli 2022 – og kann lesast her: