Skriva út

Rík søga í Sandavágs kirkju

26.07.2010 Tíðindi
Rík søga í Sandavágs kirkju


Orð & mynd: Heini S. Kristiansen

Heini F. Petersen greiðir ofta ferðafólki frá um rúnarsteinin og tey ymsu listaverkini í Sandavágs kirkju.

Heini F. Petersen er deknur og kirkjuráðsformaður í Sandavági. Umframt hetta brúkar hann nógva tíð uppá at greiða ferðafólki, bæði útlendingum og ferðafólki, frá um kirkjuna.

Hendan dagin fekk undirritaði greitt frá um kirkjuna og hvussu Heini plagar at vísa ferðaløgunum tað áhugaverda í kirkjuni.
– Núverandi kirkja er sætta kirkjan í Sandavági og fjórða kirkjan á hesum stað. Hinar báðar kirkjurnar stóðu longur úti. Hendan kirkjan varð innvígd í 1917. Hendan kirkjan er rættuliga sermerkt í sniði og líkist ikki nakrari aðrari kirkju í Føroyum, sigur Heini.

Frammi í kór stendur rúnarsteinurin, og á honum stendur skrivað:

“Torkil Onundarson Eystmaður úr Rogalandi bygdi henda stað fyrst”
– Tað var í 1916, at tey funnu rúnurnar á steininum. Mikkjal á Ryggi varð boðsendur at týða steinin. Hann týddi hann eftir besta førimuni og hevði einans misskilt nøkur orð, sum seinni vórðu rættað. Fyrr stóð steinurin uttanfyri kirkjuna, men harða veðurlagið í Føroyum ferð ov illa við steininum, og tað kámar skriftina á steininum. Tí varð avgjørt at flyta hann inn í kirkjuna, og har stendur hann so nú, sigur Heini.

Tað er eyðsýnt, at Sandavágskirkja er vøkur og rík av søgu. Eru fólk í Sandavági serliga góð við kirkjuna?
– Føroyingar eru sum heild góðir við kirkjuna, so eg veit ikki, um vit eru nakað serdømi. Men tú kanst siga, at vit eru errin av kirkjuni. Mikkjal á Ryggi skal hava sagt, at Sandavágs kirkja er penasta kirkja í Føroyum, sigur Heini við einum skeivum smíli.
– Vit vilja í øllum førum gjarna vísa kirkjuna framm fyri teimum, sum hava áhuga. Tað eru bæði føroyingar, amerikumenn, týskarar og onnur, sum hava áhuga at síggja kirkjuna, tá ið tey vitja Sandavág, sigur Heini F. Petersen at enda.

Undirritaði takkar fyri samrøðuna og fer víðari, ímeðan Heini F. Petersen fer at eygleiða málaraarbeiðið, sum fer fram. Hann prátar við málararnar og tryggjar sær, at arbeiðið verður gjørt gott. Her er í øllum førum eyðsýnt, at deknurin og kirkjuráðsformaðurin er góður við kirkjuna.