Skriva út

Reyð hjørtu og reyð lond

21.12.2020 Tíðindi

Hetta árið hevur verið eitt løgið ár! Tað, sum hevur verið, er ikki longur, siðir og vanar, alt er broytt. Hugtøk og okkara háttur at halda føðingardag, alt er øðrvísi. Vit gáa um umhvørvið, bláu gongustjørnuna, at vera nøgdar við tað, sum er, og fegnast um landið, sum vit eiga.

Um vit eru góð við hvønn annan, so halda vit okkum frá hvørjum øðrum. Vit vaska og spritta, tí eg veit so lýsandi klárt, hvør er mín næsti, tí tað eru øll hini menniskjuni. So hvørt mansbarn dugir eins væl at siga mamma og babba sum at siga spritt. Hendurnar verða dánaðar, sum tá mann biður um okkurt, men tað er spritt, sum kemur í lógvarnar, og so koyra vit tað runt til tumlar og fingrar, so ósjónligi fíggindin hvørvur.

Allar ætlanir um alt millum himmal og jørð vórðu nullstillaðar. Ferðir og konformatiónir, ervi og jólahald, alt samalt er bara “soleiðis sum vit taka tað“, tí vit vita onki við vissu.
Og vit siga “sig mær, hvønn tú ert saman við, og eg skal siga tær, hvussu tú hevur tað”, tí vit kunnu ikki vera saman við teimum okkum lystir. Eins og vit skjótt fara at hoyra jólaboðskapin “at tað hendi í teimum døgum, tá Augustus...”, soleiðis hava vit eisini fingið boð ella tilmæli um “at meðan Bárður á Steig var løgmaður, at vit skuldu ansa okkum”.

Á jólum vilja øll vera saman, baka saman, keypa inn saman, fara í veitslu saman, gera marsipankonfekt saman, pynta jólatræ saman, men nakað er komið okkara millum, sum hóttir okkum, og vit ansa okkum. Ommur og abbar, fastrar og mostrar, øll vilja vit vera saman, tá jól eru, men nú ber ikki til, talið er avmarkað. Og runt jólatræið kunnu vit ikki ganga øll í senn so hjartansglað, men skulu ganga við frástøðu og ikki syngja, men murra jólasangir, tí annars kunnu vit smitta, tí tað sirmar millum tanngarðar.

Og kirkjan, sum er á tremur jóladagar, hon er stongd. Jólastemningur og stóru orðini og vøkru sálmarnar, sum vit hava hildið skuldu til, sum sann jólaleiktjøld, tey eru tikin burtur og eru goymd av vegnum. Í ár hava vit sannað, at materiel ting ikki kunnu hjálpa, nei, í ár hava vit lært, at vit eru treytaði av hvørjum øðrum og skulu líta inn í eyguni á menniskjanum og endurspegla tokka og smíl og fegnast, at mær untist at hava nøkur menniskju runt borðið.

Har vit áður gleddu okkum sum børn at fáa útisetarnar heim, og mann fylti hjall og frystiboksir við øllum góðum, har situr mann í dag við løgnari kenslu, tí tey koma úr reyðum øki. Og á jólum er alt reytt annars, men tað reyða hevur í ár fingið annan týdning. Og fólk ræðast tey, at tey ungu koma sum leystgagandi missil og fara at skjóta ommur og mostar niður við koronuvirus. Og vit tilmæla og heita og streingja á at vísa fyrilit, “tú ert ikki einsamallur í verðini, minst til næstan, sýn kærleika”. Og henda áheitan er so galdandi fyri okkum øll, bæði fuglin sum kemur heim og gamla fuglin heima.

Øll tey etisku virðini eru sum skorin út í papp fyri okkum í ár. Og vit bíða eftir koppsetingini, vaccinuni, sum skal sprænast í onkran vødda hjá mær, og sum so fer so at liva eitt ævigt detektivlív og ansa eftir, um nakað koronuvirus kemur í mín kropp, og um so er, so geva reyð boð til allar kyknur og ávaringarskipanir um at loypa á virus og gera tað til onkis. Hetta er nærum jólaboðskapurin í nýggjum høpi, at tað góða vinnur á tí ringa. Ljósið kemur, og myrkrið vinnur ikki á tí.

Og í hesi myrku tíð við øllum (ó)hugna, við reyðum ljósum og reyðum hjørtum og reyðum londum, so tráa vit og leingjast eftir tí góða boðskapinum, eftir krubbuni, lítla bleyta barninum við tí góða orðinum. Og eins og góður lívsandi varð blástur í okkum á skapannar degi, tá eg og tú vórðu livandi skepnir, livandi mannabørn, soleiðis kvaklast í okkum instinkt, tráan og vón eftir nøkrum góðum, nøkrum ævigum – nakað, sum spritt og maska ikki vinnur á, og sum sjálvt vísmenn tá og vísmenn í dag ongi orð hava at siga um.