Skriva út

Ravnamamma

11.08.2021 Tíðindi

Koronuárið fekk okkum at broytast, bæði so og so. Vit hava vaskað, smíðað og málað, og tá alt var av, so fóru vit undir at vurdera og revurdera okkara virði, hugsunnarhátt og okkara máta at tosa við og um onnur. Hava vit borið okkum rætt at? Happa vit? Niðra vit onnur?
Onkur sigur, at vilt tú broyta heimin, so mást tú byrja við tær sjálvari.

Og vit royna at vinna á tí ónda við tí góða, so dagurin hjá tær og mær verður enn betri og virðiligur og á henda hátt fer okkara strevan onkursvegna móti onkrum góðum - ja, næstan nøkrum “jarðiskum paradisiskum” degi.

Ein heimur har vit øll eru vælvand og høvisk og hava orðini hjá Immanuel Kant í tonkunum : “Hetta sum eg eri í ferð við at siga ella gera, hevði eg viljað, at hetta var ein alment galdandi lóg”? Og tá vit hugsa so, ja so aftra vit okkum kanska av og á?

Og nú, tá alt er smíðað og vaskað, vit hava fingið terrassur og hitapottar og hava ruddað ovasta loft og alt er snøgt, so fóru vit eftir standmyndum, sum bóru boð um farna tíð, har onnur virði vóru uppi á døgum.

Men hvussu tosa vit við og um hvønn annan, um fólk her heima og fólk úti í heimi?
Alt meiri aftra vit okkum at siga, at hesin ella hasin “er mitt í slagnum” ella mann líkist hesum og hasum, tí í dag eru so nógvar familjur brotnaðar og settar saman aftur, so barnið kann hava bæði biologisk, social og juridisk foreldur. Í dag eru vit individualistar, vit er so at siga einsamøll og tey familieru eyðkennini eru ikki so týdningarmikil. Heldur má eg royna at vísa umheiminum, hvør eg eri á socialum pallum og kann seta x við tað, sum krevst, so eg kann vera góðtikin av øðrum.

Vit ganga ikki longur grýluklødd sum indiánarir ella sum mexikanarar, tí ongin vil, at mítt “fólk” og tess eyðkenni skulu vera til teitis hjá nøkrum. Vit hava tikið niður av handilshillum ísar og bomm og keks, sum sipa til onnur fólkasløg. Vit aftra okkum fyri kynsfascismu og nevna ikki spesifikt hon ella hann, men tey, so ongin tekur tykni av tí, eg sigi.
Roynt hevur verið at skippa orð sum mamma og pápi, tí sagt verður at tey fjøtra lítla mannabarnið. “Sig navnið heldur enn funktiónina”, men her gongur meiri striltið.

Og nú vit hava hugsað um veitslur, góðgæti, mammu og pápa, ja, so eru djórini eftir. Djóragarðar hava eina avmálda tíð, tí hvør heldur tað vera í lagi at hava stóra hvítabjørn í heitum hyli ella stóran papageyk, sum situr í skugga í búri alla sína ævi.

Djór eru ikki longur bara djór, vit siga tey hava etisk virði og etisk mark, sum vit menniskju skulu kenna og virða. Vit hava djór næstan sum ein familjulim, og tí skulu vit vanda okkum um, hvussu vit tosa um djórini, verður sagt.

Tí mugu vit broyta hugburð, tí vit sára fuglin ella skjaldbøkuna við at geva teimum niðrandi navn ella sipa til djórið, sum nakað negativt.

Og ja, djórini hava vit í øldir brúkt í bókmentum og sangum fyri at vísa, hvat vit yrkja um. Vit kenna øll til at vera ein ravnamamma ella ein krákudóttir, at vera ein svøvnskarvur ella tá, helst konufólk, tosa í munnin á hvørju aðrari “at tað er sum í ritubergi”.

Og vit hava nevnt eitt lítið djór sum “grátt undir steini”, hvussu ússaligt kann tað verða? Og úti í heimi vilja tey ikki longur at vit hava kykt og djór annars, sum hava nøvn sum á neiligan hátt sipa til teirra uppruna, so sum “sigoynarahúsvættið” tað skal broytast, tí vit mugu ikki tosa niðrandi um sigoynarar.

Tey invasivu djórini skulu hava eins tign sum hini djórini, sum altið hava verið í landinum, siga tey, so hvussu við okkara iberiska snigli ella kanadagásini, sum fyri langari tíð síðani er assimilierað og er føroysk?

Og soleiðis fer okkara Ajax herferð nú gjøgnum djór og plantur, so alt verður so politisk korrekt, so undanfarin vísindafólk, sum hava navngivið ymisk djór, so sum tey hildu vera hóskandi, hesi nøvn eru í dag óbrúkilig, tí vit taka alt størri atlit til sjálvt djórið.

Og so fara vit ivaleyst undir køkurnar eisini? Tí eina smákøku, sum mamma plagdi at baka á jólum, nevndi hon Jødakaka? Ella hvussu við køkuni Maria Stewart , sum ber navnið hjá herviligari drotning ella Bismarcksbollar eftir kanslarinum Bismarck, Sarah Bernard ella gátuføra Gretha Garbo, og Napoleonskøkan, altso, hvør vil vera minstur sum ein køka?

Og hvussu hava vit tað so, nú vit rudda út og rudda burtur og vanda okkum, eru vit betri menniskju, hvílir sálin nú ella eru vit “kálkaðar gravir”, farisæarar, sum liva “sum um” og ikki hjálpa ella traðka til, tá á stendur og etikkurin skal standa sína veruligu roynd?

Men vit hava enn nógvar hønumammur, sum savna ungarnar undir sínum veingjabreiði og í Halgubók stendur áheitanin at “vera snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur”.

Sig so tað!