Skriva út
Próstadømisráðið
01.03.2010 Tíðindi

Fimm fólk hava sæti í ráðnum. Fýra teirra eru vald av kirkjuráðslimunum runt um í landinum. Tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur.
Próstadømisráðið (PRR) er tilmælandi myndugleiki og avgerðarmyndugleiki í fíggjarmálum. Alt tað fíggjarliga kervið, ið nemur kirkjurnar og virksemið hjá kirkjuráðunum, er tengt at ráðnum. Fíggjarliga játtanin hjá tí einstøku kirkjuni og allir roknskapir eru virkisøkið hjá PRR.
Føroyska fólkakirkjan hevur ein felags kirkjuskatt, ið er hin sami um alt landið. Longu innan 1. juni leggur hvør kirkja sína fíggjarætlan fyri komandi ár. PRR metur um hesar ætlanir og finnur ein býtislykil. Eitt ábyrgdarfult, spennandi og krevjandi arbeiði at leggja leistin soleiðis, at føroyska kirkjan vikar fíggjarliga.
PRR er bæði viðmælandi og eftirlitsmyndugleiki, tá talan er um bygging og umsiting av kirkjunnar føstu ognum. Til at ráðgeva sær í slíkum fakligum málum velur ráðið ein byggikønan.
PRR er tilmælandi myndugleiki mótvegis Føroya Stiftsstjórn. Í fíggjarmálum og tá verklig átøk verða framd í ella rundan um eina kirkju, er PRR við i arbeiðsgongdini. Ráðið metir um hvørt einstakt mál, um ætlanin er burðardygg.
JF
Onnur tíðindi