Skriva út

Prestur virkin rithøvundur

19.08.2011 Tíðindi
Prestur virkin rithøvundur

David Johannesen varð vígdur prestur í 1977 og tók við kallinum sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi 1. august sama árið.

Sjálvt um yrki sum prestur líkist frá einum staði til annað, so er tað rættiliga ymiskt, hvat prestar takast við í frítíðini og hvørji áhugamál, teir hava.

Eitt av hjartamálunum hjá Davidi er tað skrivaða orðið, og hann hevur verið sera virkin. Talan er millum annað um fleiri yrkingasøvn, tvær bøkur um Luther og skaldsøguna Dirvi at liva.

Nú um dagarnar kom so bókin “Lív hóast deyða”, ið er eitt savn av stuttum lestrum til hvønn dag í árinum. Bókin kom út á fyrsta sinni í 2003. Hon var skjótt útseld, og nú kom so bókin út av nýggjum við smávegis broytingum.

David hevur eitt endamál við hesi bókini. Kærleikin til fólkakirkjuna, Guðs orð og sakramentini eyðkennir David sum prest og prædikumann. Tað hoyrist og sæst, at David er serkønur innan lutherska gudfrøði.

Í fororðinum sigur høvundurin soleiðis : “Vón mín er, at henda bókin gevur onkrum eitt troystarorð at hava við sær á lívsleiðini. Ætlanini við henni er, at hon skal lýsa bíbilska og lutherska prædiku, soleiðis sum vit hoyra hana í kirkjum okkara. Bókin byggir á kirkjunnar grund, og vónandi er hon kirkjufólkinum til hjálpar og signingar.

Luthersk gudfrøði er bíbilsk gudfrøði og skal vera tað. Jesus er miðdepilin, og úr trúnni spretta lív og kærleiki. Henda bókin er um Harrans orð og lívið, trúnna og kærleikan. Kristinlívið er ikki bert eitt eiti, men skal verða livað í kærleika. Trúgvin skal út í gerandisdagin at liva!”

Vónin hjá Davidi er í mangar mátar gingin út, tí mong eru tey, sum dagliga søkja sær føði stillar løtur heima við hús, tá dagsins lestur verður lisin. Sum prestur kenni eg fleiri deknar, sum nýta bókina Lív hóast deyða sum lestur t.d. við kórseting.

Tað er gott fyri fólkakirkjuna, at vit eiga skrivandi prestar. Tað er ikki neyðugt, at øll skriva, tí evnini eru ymisk og virkisøkið er stórt. Men lívsneyðugt er fyri kirkjuna, at vit eiga skrivandi fólk.

Ístaðin fyri at ummæla mæli eg til, at vit ogna okkum bókina, og lesa hana dagliga. Ein góð bók allastaðni, eisini á náttborðinum, so hon er tøk eina stilla løtu, tá vit runda dagin av ella vakna til nýggjan dag. Tí tað er veruliga lív hóast deyða.

Tillukku við bókini, David!

JF