Skriva út

Prestur vil av við krossin

22.05.2012 Tíðindi
Prestur vil av við krossin

Sóknarpresturin í norska býnum Svolvær, Gisle Meling, ynskir tjak um, hvørt krossurin framvegis skal vera í norska flagginum.

Tá norðmenn hátíðarhildu tjóðardag sín 17. mai, har norska flaggið var í miðdeplinum, helt presturin eina heldur øðrvísi prædiku.

- Vit kunnu ikki longur kalla okkum eina kristna tjóð, sigur presturin.

Eftir hansara meting eigur ein nú at endurmeta týdningin av krossarmerkinum í flagginum.
Og tað sigur hann, hóast hann er fult greiður yvir, at mong eru ósamd við honum í støðutakan hansara.

- Tað er tó ein sannroynd, at allur tann kristni boðskapurin er sameindur í flagginum. Flaggið sum eitt symbol, eigur at standa fyri øll teim virðunum, sum sermerkja Noreg.

- Tað er nógv broytt, síðani stórtingslimurin Frederik Meltzer í 1821 legði fram tekningina av flagginum, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Vit kunnu tó ikki longur siga, at Noreg er eitt kristið land, slær Gisle Meling fast við norska kringvarpið NRK.

Presturin er eisini sannførdur um, at um Noreg skal vera eitt land við einum átrúnaðarligum margfeldi, so kunnu tey ikki longur hava eitt flagg við einum krossi í.

Fegnir humanistar

Tíðindaovastin Jens Brun-Pedersen í felagsskapinum Human-Etisk Forbund er – so løgið tað enn kann ljóða hjá mongum – ósamdur við prestinum um at krossurin skal takast burtur úr flagginum.

- Hann kann ikki vænta sær stuðul frá human-etikkarunum, slær Brun-Pedersen fast.

Eftir hansara meting er hetta tað býttasta uppskotið sum hann nakrantíð hevur hoyrt um. – Norska flaggið hevur ikki symbolið krossin í sær.

- Um sóknarpresturin í Svolvær sær ein kross í norska flagginum, so má hann um tað. Flaggið er reytt, hvítt og blátt, og sum stendur fyri idealunum sum frælsi, javnaður og brøðralag frá fronsku kollveltingini.

- Litirnir finnast haraftrat í franska og amerikanska flagginum, slær Brun-Pedersen fast.

Orð: Snorri Brend

Mynd:

- Norðmenn eiga at hugsa um, hvat flaggið stendur fyri. Krossurin hevur einki at gera í flagginum, sigur Gisle Meling, prestur í norsku kirkjuni við nrk.no