Skriva út

Prestur í Leirum

06.12.2011 Tíðindi
Prestur í Leirum

Í drúgva tíð hevur kallið í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Hvalba verið mannað við skiftandi prestum, ið hava røkt embætið saman við sóknarprestinum á Tvøroyri, Jónsveini Bech. Í løtuni er Niels Pauli Danielsen virkandi sóknarprestur í kallinum

Nú embætið varð lýst leyst komu 4 umsóknir. Á felags kirkjuráðsfundi í Øravík innstillaðu kirkjuráðini í Suðuroyar norðara prestagjaldi Jens Mortan Mortensen sum nr. 1 til kallið. Jens Mortan býr í Hvalba. Hann er væl kendur í kirkjuligum høpi sum urguleikari. Tey seinru árini hevur hann leikað á urguna á Tvøroyri og í Hvalba.

Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, ið er myndugleikin á økinum og setir sóknarprestarnar í starv.

Gongst eftir ætlan, verður tann nýggi presturin prestvígdur í Dómkirkjuni sunnudagin 29. januar 2012, kl. 11,00. Dómprósturin innsetur tann nýggja prestin í kallið í Hvalbiar kirkju sunnudagin 5. februar 2012 í hámessutíð.

JF