Skriva út

Prestavígsla í Kvívík

09.01.2008 Tíðindi
Prestavígsla í Kvívík

Kvívík var karmur um eina kirkjuliga hátíð, tá Theodor Eli Dam Olsen, Hoyvík, varð prestvígdur og síðani innsetur sum fyribils sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Marjun Bæk, sóknarprestur, er í lestrarfarloyvi frá 1. januar til 31. mars 2008. Hetta tíðarskeiðið røkir Theodor kallið við sæti í Kvívík. Theodor kemur at búgva í prestagarðinum á Kirkjuteigi.

Theodor og mamma hansara Marna Olsen

Aftan á Gudstænastuna var døgurði fyri innbodnum í Glæmuni. Dagurin eydnaðist sera væl, og væl varð skipað fyri.