Skriva út
Prestaskifti í Hvalvík
15.12.2009 Tíðindi

Føroya Stiftsstjórn hevur nýliga lýst 6 størv leys at søkja. Tað er ivaleyst eindømi í føroyskari kirkjusøgu, at so mong størv eru leys um somu tíð. Tað svarar til ein fjórðing av samlaðu manningini. Roknast kann við, at nýggj andlit vera at síggja í hópinum.
Sóknarpresturin í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík, Mogens T. Christensen, hevur av heilsuávum biðið um at verða loystur úr starvi seinast í mai 2010. Umsókn hansara er játtað.
Komandi vár verður starvið lýst leyst. Eftir ætlan verður ein nýggjur prestur settur í Hvalvík 1. juni 2010.
JF
Onnur tíðindi