Prestarnir á skeið í Løgumkloster

Mánadagin 20. apríl 2026 fara flestu føroysku sóknarprestarnir á skeið í Løgumkloster. Komið verður heimaftur hóskvøldið 23. apríl.
Skeiðið hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt. Leiðsla fólkakirkjunnar metir, at tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga, og tað er tað fakliga, ið gevur tí sosiala virðisgrundarlag og innihald.
Tað fakliga
Sóknarprestarnir gera, hvør á sín hátt, saman við kirkjunnar tænarunum og kirkjuráðunum eitt gott arbeiði og útinna eina virðiliga tænastu. Mangir tættir eru og átøkini ymisk, alt eftir hvar í landinum vit eru stødd.
Framhaldandi mega vit menna kirkjunnar virksemi. Vanahugsan fyri vanans skuld, er líðandi afturgongd. Gott og neyðugt er fakliga at grunda yvir og vita, nær og hví vit skulu standa í stað, og nær vit fara til gongu.
Skeiðið á Løgumkloster er lagt til rættis av fimm prestum undir leiðslu av prósti, og ber heitið “Menniskju í rørslu”, og verður m.a. dvølt við hugsjónarlig og átrúnarlig rák tá og nú. Evni eru m.a. “Mødet med migranter”; “Evangeliebevægelsen fra den græske slagmark til de kristne menigheder”; “Dogmatik i bevægelse” eins og vitjað verður í serstaka býnum Christiansfeld, har sokallaðu Herrnhutararnir settust niður í 1773.
Skeiðið skal kveikja hugin og skapa innlit í kristin trúarsamfeløg. Innlit er ein spegil, ið hjálpir okkum at skilja okkum sjálv.
Tað sosiala
Prestarnir (m/k) eru á ein hátt sjálvstøðugar eindir, tó at teir dagligt samstarva og samskifta. Tí er neyðugt at røkja felagsskapin á ein serligan hátt, so vit bæði vita um og vita av hvør øðrum.
Prestarnir hava hugsjónarligu breidd, men eru tó eitt toymi.
Undirritaði metir, at vit framhaldandi eiga at menna kynstrið at vera saman og standa saman um kirkjuna og samstundis loyva hvør øðrum eitt ávíst fakligt rásarúm innanfyri fólkakirkjunar trúarjáttan, ið er grundfest í Bíbliuni og játtanarritum fólkakirkjunnar. Harafturat eru sóknarprestarnir embætismenn, og eisini her eru bond, ið binda, og leiðreglur, ið skulu fylgjast.
Tað er rúmsátt, hóast vit hava eitt evstamark, ið vit mega halda okkum innanfyri. At meta um ella royna at áseta hetta markið er biskupsins lutur sum eftirlitsmyndugleiki.
Sum við øllum skal innanhýsis trivnaður røkjast. Tað, ið ikki verður røkt, fellur í órøkt. Tí fara flestu prestarnir á skeið saman við prósti. Ovi Brim hevur lagt ferðina til rættis og verður ferðaleiðari.
Skerd tænasta
Nevndu dagar verður tænastan í kirkjuni munandi skerd. Ein vaktarskipan verður tó skipað, so øll økini í landinum hava ein prest at venda sær til, um lívið fær avbjóðingar. Kunnað verður um hetta seinni.
Vit takka fólkinum fyri væntaða vælvild og vóna, at lívið lagar seg væl hjá tí einstaka og fólkinum øllum.
Blíðar kvøður við bøn um Guds signing
Jógvan Fríðriksson, biskupur