Skriva út

Prestar, sáttmálin og politisk próvtøka!

23.02.2009 Tíðindi
Prestar, sáttmálin og politisk próvtøka!

Yvirtøkan politisk
Á ólavsøku verða tvey ár síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur. Avgerðin at yvirtaka fólkakirkjuna var politisk, og eitt samt Løgting atkvøddi fyri yvirtøkuni.

Sæð frá kirkjunnar sjónarhorni var tað gleðiligt, at øll tann politiska skipanin stóð aftan fyri yvirtøkuna. Tað gav okkum góðar vónir. Her var eitt mál, ið allir politisku flokkarnir vóru samdir um. Eitt týðandi mál, tí kirkjan er við sínum innihaldi bæði boðskapur, mentan og ein íløga í sjálvt lívið. Kirkjan mennir ta andaligu heilsuna. Andalig heilsa stimbrar bæði til likams og sálar, - og har sálin ikki hevur tað gott, er sjálvt lívið skert.

Sjálvt um yvirtøkan var politisk, so eru vit mong, bæði prestar og leikfólk, sum fegnast um hetta stigið. Vit trúgva og vilja prógva, at yvirtøkan sum frá líður verður kirkjuni at gagni og menniskjum til signingar. Kirkjan er eitt stórt og ríkt aktiv hjá einum samfelag. Ein hornasteinur undir vælveru fólksins.

Prestar - fyribils
Síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur, eru prestar ikki settir í størv sum tænastumenn. Í løtuni hava vit fýra prestar, sum eru settir tíðaravmarkað og fyribils. Hetta hevur virkað væl, men fyribils er nú eingin varandi loysn.

Tíðarskeiðið hjá teimum fýra verður nú longt til 30. juni 2009.
Henning Bøgesvang í Sjóvar prestagjaldi. Theodor Eli Dam Olsen í Norðstreymoyar prestagjaldi. Ann Dahl Hansen í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hanus Simonsen í Norðoya vestara prestagjaldi.

Tað er neyðugt at vit fáa viðurskifti prestanna í rættlag. Sæð út frá einum arbeiðsgevara sjónarhorni er støðan óheppin. Eisini kirkjulig atlit krevja eina varandi loysn. Vit seta ikki fleir prestar í fyribils størv enn teir, ið vit hava inni í skipanini í løtuni. Eitt starv er ómannað í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og vit hava tørv á vikari fyri prest í farloyvi.

Sáttmálin
Samráðingar eru ímillum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið um ein nýggjan føroyskan sáttmála. Vit vóna, at politiski myndugleikin og embætisverkið lurta eftir ynskjum prestanna. Prestarnir eru serkønir í kirkjumálum. Almennu Føroyar gjalda 40%, meðan Kirkjugrunnurin yvir kirkjuskattin rindar 60% av løn prestanna.

Politisk próvtøka
Vanligt er innan skúlaverkið at næmingar skriva eina ritgerð, ið síðani verður vard ella framløgd munnliga. Næmingurin er ikki liðugur, tá teksturin er skrivaður. Ritgerðin skal staðfestast í verki, t.e. við framløgu.

Nakað soleiðis er politiska støðan við atliti at fólkakirkjuni. Teksturin er skrivaður, og umsitingin av fólkakirkjuni er nú okkara egna ábyrgd. Men nakað væntar enn. Eitt slag av framløgu, tað neyðuga, ið skal staðfesta, at yvirtøkan vignaðist. Ella sagt einfalt, gerandisdagurin í fólkakirkjuni má virka til fulnar.

Á ólavsøku 2009 hava vit ein dupultan trupulleika, um sáttmálaviðurskifti prestanna ikki eru komin í rættlag.

Fyrri og mangan umrøddi trupulleikin er, at vit fáa ikki sett prestar sum tænastumenn í føst størv, fyrr enn vit hava ein sáttmála.

Seinri trupulleikin er ein enn størri mótsøgn. Vit hava yvirtikið eina fólkakirkju, har størsti parturin av starvsfólkunum eru danskir embætismenn. Ikki Mentamálaráðið, men danska Kirkjumálaráðið er teirra arbeiðsgevari.

Í sambandi við yvirtøkuna varð sagt, at teir táverandi prestarnir, ið allir vóru danskir embætismenn, skuldu fáa eitt tilboð ella  møguleikan at gerast føroyskir tænastumenn. Hetta skuldi henda innan tvey ár.

Á ólavsøku eru tvey ár liðin, síðani yvirtøkan fór fram. Tað má ikki henda, at tann føroyska fólkakirkjan verður mannað við donskum embætisfólkum vegna tess, at vit her heima ikki fáa ein sáttmála. Um einstakir prestar velja at verða verandi danskir embætismenn, tað er eitt heilt annað mál og ein persónlig avgerð.

Politiska skipanin og embætisverkið eru saman við prestunum til próvtøku. Próvtøkudagurin er á ólavsøku.

Tað verður harmiligt, um alt tað góða og skilagóða ikki førir á mál. Tí tað er nógv gott gjørt, - eisini á sáttmála økinum. Harmiligt, um vit øll mega fara umaftur til próvtøku.

Tað er føroysku tjóðini til miklan sóma, at vit fáa viðurskiftini í rættlag. At vit standa royndina um ikki sama dag sum yvirtøkan so eftir tvey ára lestur.

JF.