Skriva út

Prestar: - Fólk sakna at sleppa í kirkju

18.11.2021 Tíðindi
MYND: - Fólk vilja fegin sleppa aftur í kirkju, siga prestarnir Marjun Lómaklett og Havstein Klein (innsett í myndina av Sands kirkju). Men sum skilst koma tey at bíða nakað enn, tí gudstænastur verða ikki aftur fyrrenn 1. sunnudag í advent – 28. november – soleiðis sum tilmælið er beint nú.

- Tað ber sjálvandi væl til at sita við hús og lurta eftir eini gudstænastu. Men tað verður ongantíð tað sama, sum at fara til eina gudstænastu og vera saman við øðrum í kirkjuni. Fólki dámar best at vera saman við hinum, tá tey fara í kirkju, siga teir báðir prestarnir, Marjun Lómaklett í Norðoyggjum og Havstein Klein í Sandoy.

Orð: Snorri Brend.

KORONA (fyrra greinin): - Tá ið fólk komu aftur í kirkju eftir ein steðg í fjør, søgdu tey, at tað var gott at koma í kirkju aftur. Gudstænastan hevur altso sera nógv at siga fyri hin vana og trúgva kirkjugangaran, og hann saknar tí at koma í kirkju.

- Hetta sigur mær so mikið, at samveran við eina gudstænastu er nakað heilt serstakt, - ja, nakað sum tey veruliga síggja fram til!

Orðini eigur sóknarpresturin í Sandoyar prestagjaldi, Havstein Klein, nú hann fær spurningin um, hvussu sóknarbørn hansara hava havt tað undir korona-tíðini – bæði í fjør, tá samfelagið og kirkjan lótu aftur, og enn einaferð nú í november, tá gudstænastur eru avlýstar í øllum kirkjum.

Tíbetur hevur verið skipað so fyri, at gudstænastur hava verið sendar bæði í sjónvarpinum og útvarpinum hesa tíðina. Og hetta er nakað, sum eisini hevur frøtt Havstein og familju hansara.

- Ja, nú í koronatíðini havi eg nakrar ferðir sitið heima í stovuni, saman við familjuni framman fyri skíggjan til gudstænastu. Tað er bæði hugnaligt og gott, men vit fáa altso ikki samveruna við eitt heilt kirkjulið her í okkara stovu, leggur hann dent.

Og Havstein leggur aftrat:

- Sjálvsagt kunnu vit í lutherskari gudfrøði argumentera fyri, at í tí førinum, eru vit fáu kirkjan, tí kirkjan er jú samfelag teirra heilagu. Men tað hevur so avgjørt nakað at siga at koma saman sum kirkjulið.

- Hugsa bara um rúmið, friðin, tíðina og samveruna við onnur. Bønirnar, sálmasangurin, altargangurin og Guðs heilaga orð hava nógv at siga fyri tey sum koma. Vit eru saman um hin livandi Guð og son hansara, Jesus Kristus.

Hinvegin so vísir Sandoyarprestur á, at tá ið støðan er, sum hon nú einaferð er viðvíkjandi koronu, so kundi verið óneyðugt at stongt nakrar av teimum smærru kirkjunum.

- Men eg haldi tó, at fólk skilja støðuna og vilja sýna samhaldsfesti.

ALLIR DAGAR EINS
Marjun Lómaklett, prestur í Norðoyar vestara prestagjaldi hevur í hesi tíðini tosað við umboð úr næstan hvørjari bygd í prestagjaldinum. Og tá hon skal taka saman um tað, sum sermerkir hesi trúgvu kirkjufólkini siga, er tað hetta:

- Tey hava verið serstakliga hart rakt. Og tey vóru øll so glað, nú tey hildu, at alt fór at virka aftur, og at alt lat upp aftur og bleiv so deiliga normalt.

- Tað er so strævið og frustrerandi við koronu og sóttarhaldi. Fleiri siga eisini, at tey sakna at sleppa í kirkju fyri at hoyra Guds orð, tí hetta hoyrir sunnudegnum til, greiðir Marjun frá.

Og hon leggur aftrat:

- Sunnudagurin verður bara sum ein vanligur gerandisdagur, tí tað er ikki tann stóri munurin millum sunnudag og ein annan dag í vikuni.

Hinvegin, vísir hon á, er tað lagaligt at fáa andaliga føði, tí væl ber til at lesa, hoyra og síggja nógv gott í miðlunum. Tað ber eisini væl til at síggja bæði føroyskar, danskar og norskar gudstænastur í sjónvarpinum.

- Hetta ávirkar ikki gerandisdagin sum so. Men tað er tómt, og tað manglar so avgjørt, at ein sleppur í kirkju. Tað er tað sosiala sum manglar.

HART RAKT
Eitt annað, sum fólk hava sagt við Marjuna er, at tey sakna alt tað góða, sum er í kirkjuni – til dømis at sleppa til gudstænastur í sóknini og til felagstiltøkini, so sum skrúvugudstænastur, Hugnaløtur fyri eldri, konsertir og annað.

- Haraftrat eru fólk hørm um, at eitt nú føðingardagar, aðrir merkisdagar og jólaborðhaldini mugu avmarkast, avlýsast ella útsetast. Men hesa ferð, ið korona vitjar, vita fólk betri, hvat henda støðan er. Tað er í veruleikanum ikki so ørkymlandi og ikki so óttafult, og fólk ganga ikki bangin.

Og um ein leitar á Netinum, so er nógv gott at finna har. Tú finnur bæði gudstænastur, andaktir, andaligar sendingar og mangt annað.

- Tað er eingin ivi um, at fólk gleða seg til at tølini fara at lækka ordiliga og tingini normaliserast meira aftur, sigur Marjun Lómaklett.

TILLAGING
Í Norðoyggjum, eins og í Sandoynni, eru jarðarferðir, vígslur, dópar og aðrar kirkjuligar handlingar tillagaðar umstøðunum, sum tá koronutølini hækkaðu og nýggj tilmæli komu frá Fólkakirkjuni.

Marjun vísir kortini á, at Norðoyggjar hava verið serstakliga hart raktar av koronu, og nakrir kirkjutænarar hava eisini havt koronu. Annars hevur ikki verið nógv sagt um avlýsingarnar av gudstænastunum, men helst hava nøkur eisini hildið seg aftur við at fara á kirkjuráðsvalið 2. november vegna koronu-farsóttina.

- Men nei, eg haldi ikki, at fólk eru so óttafull hesa ferð, sum tá korona kom fyrstu ferð. Fólk eru róligari, helst tí at vit vita meira um koronu nú, og harafturat eru fleiri koppsett.

- Fólk eru meira hørm um støðuna, sum hon er. Korona-smittan, sóttarhaldið og óvissan eru frustrerandi fyri fólkið, tí tað rakar arbeiðið, gudstænastur og aðrar sosialar samverur, sigur Marjun Lómaklett at enda.

(Í hesi greinini eru tað prestar í einum stórbýi og eini lítlari oyggj, sum greiða frá sínum royndum í korona-tíðini. Í eini seinni grein frætta vit um tær avbjóðingar – og ikki minst tvístøður – sum prestar kunnu verða settir í í hesum døgum).