Skriva út
Prestahjúnini í Hvalvík
27.01.2011 Tíðindi

Fjórða sunnudag eftir trettanda, 30. januar 2011, fáa norðstreymoyingar nýggjan sóknarprest. Tað er 32 ára gamli vágbingurin, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, ið er kallaður til embætið sum sóknarprestur við sæti í Hvalvík.
Bergtórur las gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og tók embætisprógv seinasta summar. Til tess at gerast prestur mega kandidatarnir ganga eitt hálvt ár á einum serligum prestaskúla. Hesin skúlin kallast Pastoralseminariið, og henda partin av lestrinum tók hann í Århus.
Í lestrartíðini í Keypmannahavn røkti Bergtórur tænastu sum kirkjutænari við Mariukirkjuna á Vesturbrúgv og við Samuelskirkjuna, har føroyingar koma saman til gudstænastu. Kunnleikin til yrki hjá einum kirkjutænara er góður førningur at hava við sær inn í gerningin sum prestur.
Bergtórur hevur eisini havt sæti sum kirkjuráðslimur í tveimum kirkjuráðnum. T.d. var hann eitt skifti formaður fyri føroyska kirkjuliðnum við Samuelskirkjuna.
Bergtóri dámar væl at syngja, og hevur hann sungið í fleiri kórum, m.a. Húsakórinum, ið heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Tað er ein ung familja, ið flytur til Hvalvíkar, og hugaligt er, at prestagarðurin er dagførdur og í góðum standi. Prestafrúan, Haldis Muller, er ættað úr Hvalba. Hon er námsfrøðingur og starvast dagliga á Dagstovninum á Argjum. Dóttir teirra, Femja, er tvey ára gomul.
Vit ynskja teimum góðan trivnað og Harrans signing í tænastuni.
Orð: JF.
Mynd: ANH
Onnur tíðindi