Skriva út

PREP-skeið í Vesturkirkjuni

18.08.2010 Tíðindi
PREP-skeið í Vesturkirkjuni


PREP-skeið verður í Vesturkirkjuni í oktober mánaði. Fróði Madsen undirvísir ein fríggjadag og ein leygardag. Set teg í samband við hann, um tú vilt gera eina íløgu í hjúnalagið á henda hátt.

Í eina tíð hevur verið tosað saman um at skipa fyri PREP-skeiðum í Vesturkirkjuni. Prestarnir í prestagjaldinum hava tosað saman um hetta og hildu tað vera eitt gott hugskot at fáa í gongd.

At kunna bjóða hjúnum og pørum møguleikan til eitt skeið um paralag og hjúnalag er eitt frálíkt tilboð. Umframt at prestarnir sjálvir kunnu vísa til tilboðið í sínum samtalum við tey, sum ætla sær at giftast, so vildið verið gott, at hetta annars eisini var eitt alment tilboð.

Kirkjuráðið í Vesturkirkjuni hevur tí givið grønt ljós til PREP-skeið í Vesturkirkjuni, og byrjar tað fyrsta skeiðið í oktober mánaði, um fólk tekna seg til. Fróði Madsen, cand. pæd. pæd. psyk., er undirvísari. Um PREP-skeiðið skrivar hann fylgjandi:

Ger íløgu í hjúnalagið og familjuna og kom á PREP-skeið. Gransking vísir, at PREP-skeið gevur hjúnabandinum størri møguleika at halda.

PREP-skeiðið fevnir um hesi evni: Kærleika, lívsvirðir, lívsáskoðanir, samskifti, væntanir, leiklutir, vandaeyðkenni, at handfara ósemjur, vinalag, kynslív, kenslulív, halgan og fyrigeving í hjúnabandinum.

Undirvísingin umfatar framløgu, videoklip, og venjing av samskiftisførleika. Undirvísingin er felags, men pørini venja hvør fyri seg við einum vegleiðara, sum vegleiðir tey.

PREP er ein stytting av tí enska "Prevention and Relationship Enhancement Program". PREP er eitt venjingarskeið fyri pør og gevur øktan førleika at loysa trupulleikar. PREP er eitt undirvísingarskeið og ikki terapi. PREP tekur umleið 12 tímar yvir ein fríggjadag og ein leygardag.

Um tú hevur áhuga í at taka lut í PREP-skeiðinum í oktober í Vesturkirkjuni, kanst tú venda tær til Fróða Madsen á lukelukather@hotmail.com. Tað kostar 3000 krónur fyri hvørt parið at taka lut í PREP. Tá eru arbeiðsbøkur og kaffi við meira íroknað.

Meira kunning um PREP fæst við vitja heimasíðuna: www.familieudvikling.dk.

Derhard Jógvansson