Skriva út

Prædika til 20. sunnudag eftir tríeindardag Elduvíkar kirkja 70 ára vígsludagin, 17. oktober

22.10.2021 Tíðindi

Hetta heilga evangeliið skrivar Matteus evangelistur:
Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: „Himmiríki er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma.
Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði:
Sigið teimum bodnu: „Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!“
Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir.
Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra.
Tínæst sigur hann við sveinar sínar: „Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd.
Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.“
Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum.

Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði.
Og hann sigur við hann:
„Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?“ Men hann tagdi.
Tá segði kongurin við sveinarnar:
„Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.“ [Matt 22,1-14]

[Bøn]
Faðir, vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Hóast hesi orð í dag kanska tykjast torfør at skilja, so opna tú ikki bert oyru okkara, men eisini hjørtu okkara, so vit eisini í dag hoyra boðskap tín um gleði og frið.
Amen.

[Prædika]
“Sunnudagin 14. oktobur í 1951 kom ikki at verða góður vígsludagur, tí veðrið gjørdist vánaligt, at nógv fólk settust aftur, sum annars høvdu vitjað til Elduvíkar henda dagin.”

Soleiðis byrjar ein grein í Kirkjutíðindum um vígsluna í Elduvíkar kirkju fyri 70 árum síðani.
Men sum stendur skrivað, so kom tað ringa veðrið væl við. Illveðrið prógvaði, hvussu “umráðandi tað var at hava kirkju í bygdini”, tí fólk í Elduvík vóru jú von at fara til Oyndarfjarðar í kirkju.
Til vígsludagin luttóku – umframt Føroya próstur, og átta prestar – umboð úr landstýrinum og tingmenn úr Eysturoynni.

Gudstænastan byrjaði við skrúðgongu, og prestarnir bóru hvør við sín lut til kirkjuna.
Kirkjan var vígsludagin eins og í dag – full av fólki.
Og fyrstu ferð, at songrøddin ljóðaði í kirkjuni var til sálmin “Kirken, den er et gammelt hus” av Grundtvig. Sama sálm sungu vit á føroyskum í áðni, Jákup Dahl hevur týtt hann.
Prósturin prædikaði um kirkjuna sum eitt bønhús – hvussu hon ikki fyrst og fremst er eitt hús at prædika í, men eitt hús at biðja í.

Tá Elduvíkar kirkja stóð liðug, var hon tann 54.kirkjan í Føroyum.
H.C.W. Tórgarð teknaði kirkjuna. Smíðað høvdu Heine Eldevig og Martin Nónskarð. Málað hevði Cornelius Olvhøj úr Elduvík.
Yvirhøvur vóru elduvíkingar óførir, og nógv arbeiði var gjørt sjálvboðið..
Kirkjan kostaði tilsamans 50.000 kr.

Í dag eru 70 ár liðin.
Og kirkjan í Elduvík stendur framvegis á sama stað..

Vit mugu tí sanna orðini í sálminum:

Kirkjan hon er eitt gamalt hús,
stendur um tornini falla.

Og víðari stendur:

klokkur enn kima og kalla
kalla á gomul og á ung
mest tó á sál, sum vóru troytt og tung
stundar á ævigu hvílu.

Kirkjukarmarnir eru úr viði, men røddin og kroppurin hava verið verði teir livandi steinarnir, ið hava biðið, sungið og boygt knø fyri Harra várum.

Við kirkjusøguni hjá Elduvík, har fólk í øldir máttu ganga ta langu leið til Oyndafjørð í kirkju, ja, so var við nýggju kirkjuni í bygdini, sum var bygd á bønhúsgrund eitt hús, eitt stórt framstig.
Nú skuldu tey ikki longur ganga yvir dalar og fjøll fyri at hoyra Guðs orð, men kundu hoyra boðskapin í bygdini. Tað var ein stór broyting.
Sjálvandi vistu elduvíkingar, at Guðs ríki var teirra millum – óansæð um kirkja var í bygdini ella ikki – men nú bar til at møtast undir fjálgum og hátíðarligum karmum, og teir kundu ásanna, at tað var sum Guðs ríki var komið nærri.

Jesus líknilsi, ið vit hoyra í dag, kann tykjast alt annað enn fjálgt og hátíðarligt:
Ein kongur bjóðar í brúdleyp hjá syni sínum.
Hann sendir tænaranar út við innbjóðingini til fólk; men tað vísir seg, at fólk svara við tøgn. Tey i taka ikki av innbjóðingini.

Síðani sendir kongurin aðrar tænarar út, og hesir tænarar, ið bera gleðiboð út til fólk, skuldu í fyrstu atløgu hoyra fleiri vánaligar umberingar. Og so tað, ið verri var: Teir skuldu eisini uppliva, at tænararnir vóru tiknir av døgum.

Kongurin gerst vreiður og tekur lívið av hesum illgerðarfólkunum av.
Síðani fáa tænarar hansara at vita, at teir skulu fara út á vegamótini og bjóða í brúdleyp so mongum, sum teir hitta.

Teir hetta gera!

Leggið til merkis, at har stendur, at “bæði ónd og góð” vóru savnað saman – og gildisskálin varð fullur av gestum.
Har var pláss fyri øllum!

Her komi eg í tankar um tekstin til 2.sunnudag eftir trinitatis, ið vit høvdu í juni mánaði. Har hoyrdu vit úr Lukasevangeliinum um húsbóndan, ið gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum [Luk 14,16-24. - 2.sunnudag eftir tríendardag]

Í frásøgnini hjá Lukasi gerst húsbóndin eisini vreiður.
Hví? Tí teir fyrstu bóru seg undan við umberingunum: Ein hevði fingið sær jørð, ið hann mátti hyggja eftir. Ein hevði keypt sær fimm pør av oksum, ið hann mátti royna, og tann triði var nýgiftur, staðfestast má, at tað var nóg góð grundgeving.

Aftaná at hesir hava borið seg undan, var tænarin biðin um at fara út á gøtur og stræti at bjóða fátøkum, kryplingum, blindum og høltum.

Tá húsbóndin fekk at vita, at enn var rúm fyri fleiri, ja, so var farið út á bygdavegirnar og út at gørðunum, har fólk vóru bjóðað til kvøldmáltíð.

Hetta líknilsi hjá Lukasi líkist tí hjá Matteusi.
Felags fyri bæði líknilsini er, at verturin væntar, at tey fyrstu fara at taka av innbjóðingini.
“Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” vóru boðini.

Støðuna kenna vit øll: Hesi vælsignaðu orðini, tá verturin bjóðar vælkomin við fjálgaðu orðunum: Gerið so væl!

Men trupulleikin er tann, at vit kunnu øll hava okkara at takast við, ið ger, at vit kunnu møta Harra okkara við tøgn ella við alskyns umberingum.

Men í dag ljóðar henda innbjóðing til okkara enn einaferð: Tað er himmalski Faðir okkara, ið bjóðar okkum at hava samfelag við seg.
At verða boðin at hava samfelag við Hann er at verða boðin í veitslu í Guðs ríki.

Í báðum líknilsinum hoyra vit eisini, at hann, sum bjóðar gerst vreiður, tá ið ikki var tikið av innbjóðingini!

Vreiðin lýsir Guðs líðing: – Tað pínir hann, at vit ikki vilja taka ímóti hesi innbjóðing!
Vreiðin lýsir á sniðfundigan hátt Guðs kærleika til okkum menniskju: At hann vil felagsskap við teg og meg!

Tí er tað so umráðandi, at hansara innbjóðing røkkur út til øll menniskju.
Tí verða tænararnir bidnir um at fara longri út, út á vegamótini og bjóða øllum, bæði óndum og góðum í brúdleyp.

Tað er tó ein avgerandi munur í teimum báðum líknilsunum, og tað er endin hjá Matteusi:
Kongurin ber eyga við ein av gestunum, ið ikki er klæddur í brúdleypsklæði.
Tá hesin verður spurdur, hví hann ikki er í brúdleypsklæðum, tá tigur hann.
Hvør hesin maðurin er, sum skal blakast út, ber ikki til at vita. Nógv boð eru komin upp á hetta.

Men eg trúgvi, at hetta kann skiljast tvífalt:

1) Fyri tað fyrsta – so kann dagsins evangelii goyma seg hjá hesum manni, sum ikki var íklæddur brúdleypsklæði: Nevnliga, at her er talan um Kristus, sum tók á seg allar syndir okkara. At hann var bundin um hendur og føtur og blakaður “út í myrkrið fyri uttan”.
Hann var gjørdur órættvísur, so vit kunnu standa rættvís fyri vár Harra.
Hvørki meira ella minni!

2) Fyri tað næsta, so kann eisini verða talan um at vit menniskju halda, at vit venda okkum til Guð, men í veruleikanum er hjarta okkara aðrastaðnis. Kanska er hesin maðurin ein mynd upp á spurningin: “Hvør er Harri í mínum lívi?” Og: “hví vitnar klæði míni um, at eg søki nakað annað enn Guðs ríki?”
Eru tú og eg í brúdleypsklæðum, har vit taka ímótið Kristusi? Og tá lívið her á fold er komin at enda, eri vit so hjá Kristusi?

At atgongumerki til Guðs ríki longu er goldið!
Tað gongur ígjøgnum Kristus!
Og taka vit ímóti Kristusi – og lívið í honum?

Í dag minnast vit also, at umráðandi er at taka ímótið Kristi – og hetta ikki merkt av hvar vit eru stødd í lívi okkara, ella hvat vit hava gjørt, um vit kenna okkum góð ella ring.

Henda boðskap ber Elduvíkar kirkja eisini vitni um:
Her hava fólk komið í 70 ár – vent sær til Kristus – og ongantíð verði víst burtur av Harra okkara, sum ynskir at Guðs ríki skal koma og virka í Elduvík – runt um í Føroyum – um allan heimin – og mest av øllum: Í hjørtum okkara!

Amen.

Bøn:
Góði himmalski Faðir, takk fyri orð títt til okkum í dag.
Takk fyri, at tú sendi okkum son tín, Jesus Kristus.
Jesus, hjálp okkum at taka av innbjóðingini frá tær – tú sum veitir okkum gleði og frið – og eina æviga hvíld.
Amen.

Gerhard Jónsson Mikkelsen
Sóknarprestur