Skriva út

Politisk yvirtøka og menningin av fólkakirkjuni

17.01.2012 Tíðindi
Politisk yvirtøka og menningin av fólkakirkjuni

Á ólavsøku eru fimm ár liðin, síðani fólkakirkjan varð yvirtikin. Samanumtikið hevur yvirtøkan vignast, og mangt hevur gingið til vildar. Batar eru framdir. Góður vilji og dugnalig fólk hava lyft í felag.

Biskupur hevði tó ynskt, at menningin gekk skjótari. Veruleikin er, at um sama mundið, ið vit yvirtóku málsøkið, kom ein heimsumfatandi fíggjarkreppa, ið eyðvitað merkir øll og harvið fólkakirkjuna.

Sigast má av sonnum, at fólkakirkjan hevur víst samhaldsfesti og er skerd tey seinasta árini. Nú vóna vit, at munandi dagføringar av bygningum kirkjunnar kunnu halda fram og økjast í tali í 2012 og frameftir. Hetta er gott fyri bygningarnar, trivnaðin og skapar arbeiði runt um í landinum.

Á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum stendur m.a. at lesa : “Politiska endamálið við at gera kirkjulóggávuna føroyska er ikki einans reglur, ið hóska væl til føroysk viðurskifti, men eisini at finna breiðar semjur, trygt grundaðar semjur um viðurskiftini hjá kirkjuni.”

Biskupur sær – eins og allir leiðarar – sítt egna málsøki, fólkakirkjuna, sum eitt týðandi og avgerandi virkisøki í føroyska samfelagnum.

Fólkakirkjan hevur ein leiklut, ið er berandi og skapandi, tá talan er um fólksins lív, vælferð, trivnað, mentan og skapandi list. Torført er at meta um týdningin hjá fólkakirkjuni, tí hon er, er til staðar og ger sín gerning ljódliga í tí almenna rúminum og stillara løtur, har einans fá fólk og kanska einans eitt menniskja veit frá at siga.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur sett sær sum mál at reka fólkakirkjuna væl bæði fíggjarliga og innihaldsliga. Tess vegna arbeiða vit við eini miðvísari menningarætlan, ið bæði krevur orku og støðug fíggjarlig viðurskifti.

Tá fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007 tók eitt samt Løgting undir við yvirtøkuni. Tað er eitt gott útgangsstøði, at allir løgtingslimirnir stóðu saman og framdu yvirtøkuna.

Nú fimm ár seinri er avbjóðingin hjá okkum øllum, at dreymurin um eina vælvirkandi
kirkju kann staðfestast sum veruleiki. Ein kirkja við haldgóðum evangeliskum innihaldi og bygningum, sum veruliga lýsa byggilist, handverk og mentan.

Tess vegna fegnast vit um orðini á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum : “Politiska endamálið við at gera kirkjulóggávuna føroyska er .... eisini at finna breiðar semjur, trygt grundaðar semjur um viðurskiftini.”

Í hesum sambandi kann verða nevnt, at yvirtøkan ikki hevur økt um útreiðslur kirkjunnar. Kirkjuskatturin er 0,6%, ið er tað sama, sum tá ið fólkakirkjan var yvirtikin. Harafturat er játtanin á Løgtingsins fíggjarlóg munandi lækkað.

Nú ræður um at leggja ein fíggjarligan leist, ið tryggjar, at yvirtøkan av fólkakirkjuni bæði verkliga og politiskt kann staðfestast sum ein skilagóð og røtt avgerð.

Leiðslan í Fólkakirkjuni er saman við dugnaligum fólki runt um í landinum fús til hesa uppgávu. Til hesa uppgávu krevjast framhaldandi breiðar semjur, trygt grundaðar semjur um kirkjunnar viðurskifti.

Tað eru tey andsbornu virðini, tað at vit trívast og hava nakað at liva av og liva fyri, ið menna samfelagið. Fólkakirkjan tekur – saman við mongum øðrum - hesa avbjóðing á seg.

JF.