Skriva út

PODAS á 7 plássum komandi skúlaár

07.09.2023 Tíðindi

Hetta er 15. árið á rað farið verður undir nýggjar PODAS flokkar um landið.
PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni.
PODAS er ein føroyskur lærusveinaskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, har tað verður undirvíst um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðinum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.

  • TÓRSHAVN, PODAS 1Mikudag frá kl. 17.30 - 19.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira...
  • GØTUGJÓGV, PODAS 1 Hósdag frá kl. 19.00 - 21.00. Byrjar 21.09.2023. Les meira...
  • FUGLAFJØRÐUR, PODAS 2 Mánadag frá kl. 17.30 - 19.30. Byrjar 18.09.2023. Les meira...
  • RITUVÍK, PODAS 2 Mikudag frá kl. 19.30 - 21.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira...
  • EIÐI, PODAS 3 Mikudag frá kl. 19.00-21.00. Byrjar 04.10.2023. Les meira...
  • TOFTIR, PODAS 3 Mánadag frá kl. 17.00-19.00. Byrjar 02.10.2023. Les meira...
  • KLAKSVÍK, PODAS 3 Týsdag frá kl. 19.30 - 21.30.. Byrjar 03.10-2023. Les meira... 
Kunning um tilmelding finnist á www.podas.fo Broytingar kunnu koma fyri, eisini við tíðunum.
PODAS kann bjóða tær: Góða frálæru, viðkomandi tilfar, lívgandi felagsskap og gott samanhald. Ein íløga fyri lívið!
Grundarlag: Bíblian og játtanargrundarlagið hjá Fólkakirkjuni.
Visjón: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
Innihald: Jesu lærusveinur, kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.