Skriva út
Pílagrímsgongutúrurin úr Øravík til Fámjins
17.05.2010 Tíðindi

Pílagrímsgongutúrurin úr Øravík til Fámjins var merktur av góðari frásøgn, kvirru, bøn, sálmasangi, gestum og beinbrotið.
Eftir: Bergur Stórhamar
Út við hálvthundrað fólk vóru samlaði til løtuna í Bønhúsinum í Øravík. Av teimum valdu 40 at gjøgnumføra pílagrímsgongutúrin til Fámjins.Vit fingu sera væl úr hondum greidda skrá yvir túrin.
Steðga varð í brekkuni undir Heygginum á Tjørnini omanfyri bygdina Øravík, og fingu vit hugleiðing um varðar á lívsleið okkara. Lisið varð úr skriftini og hvør einstakur fekk høvi at støðga á og hugsa. Eftir bøn og sálmasang var farið víðari og nú var steðga við kenda staðið “Uppi millum stovur” ella eisini nevnt Tingstovan.
Her greiddi Jónsvein prestur frá søguni um tingstaðið og um løtuna, tá Snæbjørn varð dømdur, tí hann hevði keypt frá hálendarum. Snæbjørn varð drigin fyri ting og skuldi standa fyri dómaranum. Dómarin fekk helst tjans at hevna seg, tí Snæbjørn ikki vildi fanga dúgvur til sín. Dómarin dømir hann til at arbeiða í jarni fýra ár á Bremerholm. Snæbjørn helt hetta vera ein órættan dóm, reiggjar píkastavin yvir høvdið á sær og ætlar at sláa dómaran; men dómarin bregður sær undan og niður í fangið á fútanum. Stavurin rakaði fútan í høvdið, so hann small deyður niður. Snæbjørn helt so niðan brekkuna og menn fútans aftaná. Hann helt til fjals, upp, í gjøgnum Klovningar, yvir Fámjinsskarð og upp á Fjallið Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu aftan á hann, men mjørki var uppi á fjallinum, so teir mistu hann brátt úr eygsjón. Vesturi á Fjallinum Mikla er ein heyggjur, nevndur Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunum stavpíkin hjá Snæbjørni gella í grótinum og rópaði: “Her var hann! Eg hoyrdi píkin glintra hjá honum!” “Hoyrdi tú hann nú, so skalt tú ikki hoyra hann aftur”, svaraði Snæbjørn úr mjørkanum í erva og vendi so stavinum við, píkin upp og knappin niður.
Vit hoyrdu eisini um hvussu Snæbjørn búðleikaðist dagarnar eftir. Fyri at yvirliva mátti hann stjala. Hann fekk goymt seg nøkur ár. Ein dagin var hann sæddur, tá sunnan menn á útróðri høvdu sæð eld vestan til á oynni. Ein vinmaður kom og fortaldi honum tað og so rýmdi hann úr holuni.
Á leiðini kom eg í fylgi við einum donskum politifulltrúa og við tað, at hon ikki skilti alt sum prestur segði, fekk hon meg at yvirseta søguna. Sera spennandi søga og spurdi “hvad blev der af Snæbjørn”. Ja sum søgnin sigur, slapp hann frá Bremerholm, tí hann stjól ein bát og stakk av. “Måske kom han til Shetland”.
Vit gingu so leiðina niðan á Mannaskarð og nýttu útsýnið yvir Hovsdal, suður gjøgnum Porkerishagan og sóu vøtnini øll. Prestur greiddi frá gøtunum, sum møtast á Mannaskarið og varð hugleitt um tað at standa á einm vegamóti í lívinum. Eisini góvu vit okkum stundir at eta matpakkan, luttakararnir høvdu við sær.
Síðani gekk leiðin til Fámjins. Vit gingu sunnafyri fjallið Nón. Sóu yvir á 574 m høga Borgaraknapp, ið var krógvaður av mjørka. Leiðin gekk so oman gjøgnum dalin og undir fjallinum Mikla. Tað var har Snæbjørn krógvaði seg. Leiðin gekk so fram við Kirkjuvatnið og steðgaðu á tá vit sóu bygdina, sum er ein av Føroya vakrastu bygdunum.
So hendi óhappið, at ein av gongufólkunum kom at stíða skeivt og koykti beinið. Hildu vit. Ein av gongufólkunum úr Fámjin visti um, at Bjargingarliðið í Fámjin átti eina børu og ringi til teirra. Tað má eg siga at sera skjótt var borið at, tí tað gingu ikki meiri enn nakrar fáar minnuttir, so var konan borin oman í bygdina. Hon koma á Sjúkrahúsið og vísti tað seg, at hon hevði brotið beinið.
Burtur sæð frá óhappinum gekk túrurin væl. Vit fingu strekt okkara stívu musklar, fingu andaliga føði og nýtt náttúruna og roynt okkum sum pílgrímar. Prestur, sum var væl fyrireikaður, fekk nærum alt gjøgnumført. Av tí at túrurin eisini var niðan á Mannaskarð, bleiv hann ein tíma longri enn ætlað.
Pílagrímsgongan endaði við stuttari gudstænastu í Fámjins kirkju. Eisini varð boðið til drekka og ábit í bygdahúsinum.
Hetta er aðru ferð við pílagrímsgongutúri úr Øravík til Fámjins. Nú verður spennandi um tað aftur verður ein gongutúrur næsta ár. Eftir talinum at døma verða tað fleiri og fleiri við. Tí í fjør vóru vit niðan fyri 20 og nærum øll úr norðaru helvt av Suðuroynni.
Hesuferð vóru fleiri av pílagrímunum fólk sunnan av oynni og nøkur norðanífrá, nevnast kann úr Tórhsavn, Sørvági, Klaksvík og ikki minst danir, sum eru komin til Føroya at vikariera.
Onnur tíðindi