Skriva út

Paulina Eliassen av Syðradali

04.08.2011 Tíðindi
Paulina Eliassen av Syðradali

Paulina Eliassen av Syðradali á Kallsoynni hevur seinastu 30 árini ferðast runt í Føroyum og vitja kirkjurnar, hetta fyri at skráseta øll kirkjuklæðini t.v.s. messuaklar, messuskjúrtur, altardúkar o.a. Áhugan fyri hesum arbeiði fekk Paulina, tá hon nam sær útbúgving sum hondarbeiðslærarinna í Danmark í 1982.

Hesi seinnu árini hevur Paulina enn einaferð verið runt og kanna, um hon hevur fingið skrásett øll kirkjuklæðini, og nú er arbeiðið um at vera liðugt.

Komandi ár í viku 17 ætlar Paulina at hava ein fyrilestur um sítt arbeiði, og samstundis verður ein framsýning í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju, har hon fer at vísa myndir og møguleiki verður at lesa um kirkjuklæðini.

Nærri verður lýst um hetta seinni.