Skriva út

Pastor emeritus

12.03.2010 Tíðindi
Pastor emeritus


Sjálvt um vit nýliga hava mannað ikki færri enn seks prestastørv, er tørvurin á prestum eyðsýndur. Í løtuni er kallið i Hvalba lýst leyst at søkja, og í nærmastu framtíð søkja vit eftir presti til Hvalvíkar og Fuglafjarðar.

Tíbetur hava teir báðir, Henning Bøgesvang og Niels Pauli Danielsen, játtað at hjálpa til eitt ávíst tíðarskeið.

Henning Bøgesvang er settur sum tann fjórði presturin í Norðstreymoy frá 1. februar til 30. apríl 2010. Norðstreymoy er tað prestagjaldið í Føroyum, ið hevur flest kirkjur, 8 í tali. Henda hjálpin munar væl, so styttri verður ímillum vitjanina av presti.

Niels Pauli Danielsen er settur sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi frá 15. mars til 31. mai 2010. Niels Pauli ger tænastu, meðan Sonja Klein, sóknarprestur, er í lestrarfarloyvi. Í høvuðsstaðarøkinum eru serliga nógvar tænastur, so hjálpin kemur væl við.

JF.