Páskakalendarin - ein føstuferð við Jóhannesi

Á heysti 2024 fór Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í lestrarfarloyvi at granska Jóhannesevangeliið, og fer hon nú undir at deila tað, hon hevur skrivað, við tey, sum eru áhugað.
Anne Mette fer at gjøgnumganga alt Jóhannesevangeliið í 40 dagar online á blogginum "teologitildagin" og í Facebookbólkinum "Páskakalendarin - Lesiringur".
Jóhannesevangeliið - tað fjórða og serliga evangeliið - brýtur frá hinum evangeliunum og ber orð fyri at verða torført at skilja. Men har er ein serligur reyður tráður, ið kemur til sjóndar, tá evangeliið verður lisið í síni heild.
Vanligt er at telja daganar til jóla við jólakalendarum, har ein lúka verður latin upp hvønn dag í desembur. Gjøgnumgongdin av Jóhannesevangelinum er skipað eftir sama leisti, men sum ein páskakalendari.
Tíðarskeiðið millum føstulávint og páskir hevur fyrr verið tíðin til eftirtankar, og í ár verður møguleiki at leita sær nýggjan kunnleika saman við presti, ið leggur eina refleksión á netið hvønn dag uttan sunnudagar.
Fyrstu 12 partarnir verða lisnir sum morgunlestrar í Útvarpinum og síðani verður hildið fram á blogginum teologitildagin.com