Skriva út

Oyndarfjørður fær nýggja elektroniska urgu

04.03.2011 Tíðindi
Oyndarfjørður fær nýggja elektroniska urgu


Seinast í 70’unum fekk Oyndarfjarðar kirkja nýggja urgu, gjørda av Verland Johansen, og sum hevur verið í nýtslu heilt upp til henda dag.

Men um ein mánað ella so hevur gamla urgan tænt fyri seg, tí tá fær kirkjan eina nýggja elektroniska urgu frá Allen Organ Company í USA, sum Musikkhandilin hjá Alfred Hansen í Runavík umboðar.

Hetta er ein urga av sama slagi sum longu nú verður brúkt millum annað í samkomuhúsunum Betesda í Klaksvík, Siloa í Fuglafirði, Berøa í Runavík og í Nes kirkju.

Fyrimunurin við hesi urguni er, at hon í roynd og veru ikki krevur ein urguleikara. Hon er soleiðis skipað, at her kunnu sangirnir verða spældir inn og síðani brúktir aftur til gudstænastu, bert við at ein persónur trýstir á nakrar ávísar knøttar og síðani á PLAY.

Nýggja urgan verður sett upp frammi í kóri, til høgru fyri altarið, samstundis sum tveir hátalarar verða settir upp hvørjumegin altarið.

Tann stóri spurningurin er, um tann fasti urguleikarin verður heima, tá hetta hendir, tí óvist er um hann ikki longu er farin umborð aftur um hetta mundið.

- Um eg ikki nái tað hesaferð, so fari eg í øllum førum at spæla uppá hana, eins og vanligt, tá eg komi aftur. Tað síggi eg fram til, sigur Sigmundur Rasmussen, sum hevur verið urguleikari í Oyndarfjarðar kirkju seinastu 43 árini.

Orð: Snorri Brend