Skriva út

Ov nógvar kirkjur í Keypmannahavn

23.04.2012 Tíðindi
Ov nógvar kirkjur í Keypmannahavn


- Tað eru alt ov nógvar kirkjur í danska høvuðsstaðnum, í mun til tey sum ganga í kirkju! Tað heldur í øllum førum stiftsráðið í biskupsdøminum í Keypmannahavn, sum ætlar at lata einar 20 kirkjur aftur.

Henda trupla avgerð varð tikin hósdagin, tá stiftsstjórnin hittist til fund at tosa um hetta og onnur mál. Avgerðin varð einmælt.
Formaðurin í stiftsráðnum, Inge Lise Pedersen vil tó ikki, yvirfyri donskum miðlum, siga, hvørjar kirkjur ið ein ítøkiliga hugsar um.

Henda avgerð verður ikki gjørd kunnug, fyrrenn kirkjuráðini hava havt hetta málið til viðgerðar. Higartil hevur tað annars verið upp til tað einstaka kirkjuráðið at avgera hetta.

Sambært tíðindastovuni Ritzau lýsir biskupurin í Keypmannahavn, Peter Skov-Jakobsen avgerðina sum “eina pínufulla tilgongd”. – Mong menniskju føla eitt tætt tilknýti til sína kirkju, slær hann fast.

Danski kirkjumálaráðharrin, Manu Sareen setti í februar mánaði eitt tjak í gongd um, nær rætt er at lata eina kirkju aftur.
Tjakið kom fram, eftir at avdúkað var at nógvir prestar prædika fyri ógvuliga fáum kirkjufólkum – ella heilt tómum kirkjum.

Spurningurin, hvat gerast skal við hesar kirkjur, hevur eisini verið frammi. Semja er um, at tær skulu ikki enda sum matvøruhandlar ella barrir. Óhugsandi er tí ikki, at tær kirkjurnar sum skulu latast aftur, verða rivnar niður.

Kelda: portal.fo